Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein rimmar veitsla – ein felagsskapur

Danial Viðoy

Nakrir eysturoyingar gerast eitt á Summar Festivalinum, og saman gera teir eina ordans veitslu.

Nakrir eysturoyingar gerast eitt á Summar Festivalinum, og saman gera teir eina ordans veitslu.

Teir seta tveir húsvognar síð um síð og gera síðani eitt tak ímillum vognarnar. Soleiðis hava teir gjørt í nøkur ár.

Heini (t.h. á myndini) er ein av teimum. Og hann elskar at vera á Summar Festival saman við vinmonnunum úr Eysturoynni. Teir flestu eru úr Oyndafirði.

Teir fingu tað seinasta upp á pláss í gjár og tann fyrsta veitslan fór eisini av bakkastokki í gjárkvøldið. Tað var kanska eitt slag av einum reisigildi.

Í kvøld verða teir enn fleiri.

Tað er eisini annars hetta, sum eyðkennir stóra kampingøkið. Øll gerast eitt og hugna sær saman. Ikki bara vognarnir ein og ein, men øll á plássinum ganga inn til hvør annan at hugna sær. Soleiðis var eisini í gjárkvøldið, tá ið teir á myndini fingu gestir.

Summar Festivalurin er byrjaður eitt sindur. Tað eru nú bert knappir tríggir tímar til fyrstu framførsluna.

Harleyfacadeacryl