Eitt, ið eyðkennir flest allan ungdóm er framfýsni og idealisma. Ein hevur enn ikki fingið tíð til at sligið seg til tols við heimin sum hann er. Júst hetta ger, at ungdómurin hevur ein avgerandi leiklut í einum samfelag. Í Føroyum hava vit lutfalsliga fá ung og hetta ger, at okkara samfelag í nógvar mátar hevur torført við at flyta seg, tí er tað umráðandi at hvør ung rødd verður hoyrd og vird.
Eg meini, at eitt ungdómsráð eigur at verða sett á stovn í Klaksvík, har ung sum í dag ikki hava valrætt til býráðið ella løgtingið, fáa eina rødd í politisku skipanini.
Ungdómsráðið kundi kveikt áhugan hjá teimum ungu fyri politikki. Hetta kundi verði gjørt soleiðis, at uppgávurnar hjá ungdómsráðnum vóru at sammeta við tær hjá eldraráðnum. Valrætt til ráðið høvdu allir tannáringar havt og tað eru ung í hesum aldursbólki, ið kundu stilla upp til ráðið, har hvørt valskeið hevði verið tvey ár. Sjálv meti eg, at hetta hevði verið áhugavert at roynt.
Tey ungu í Klaksvík hava stundum havt tankar, m.a. í Húsinum, um hvussu býurin kundi verði eitt enn betri stað at liva og virka í. Tað er eingin ivi í, at ungdómurin, við sínum egna ráði, hevði givið eitt týdningarmikið íkast til býarmyndina.
Vinaliga Terja Ósá Sivertsen, valevni hjá Sosialistisk Ung – Javnaðarflokkurin.




