Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein semja í Vinnunevndini fekk gongd á Suðurleiðina

John William Joensen

Nógv hevur verið skrivað og tosað um sandoyartunnilin, men endin var at eitt næstan samt løgting samtykti at fara undir Suðurleiðina og tað fegnaðist formaðurin í Vinnunevndini, Hendrik Old, stórliga um.

– Vinnunevndin hevur arbeitt seriøst við málinum og víst á gongdar leiðir at fíggja arbeiði uttan at tað kemur at tyngja fíggjarlógina tað stóra.
– Eg má stóliga fegnast um at allir limirnir í nevndini í hesum málinum hava víst góða samstarvsevni og evni til at finna loynsir.
– Hóast ein minniluti í nevndini ikki er samdir í nøkrum viðmerkingum so er tað ein samd vinnunevnd sum mælir tinginum til at samtykja uppskotið um Suðurleiðina, segði formaðurin í Vinnunevndini Hendrik Old.