– eitt suð av sunnum sálum í sunnum likamum.
Stór myndafrásøgn.
Tað var ein stór frægd at síggja allan ungdómin hjá Klaksvíkar Fimleikafelag savnaðan í
KÍ-høllini sunnudagin.
Fimleikur hevur ígjøgnum allar tíðir havt tokka millum fólk, og uppmøtingin sunnudagin var eisini ein váttan um hetta. Út ímóti 900 atgongumerki vórðu seld til sýningina hendan dagin og við fimleikarunum mundu omanfyri 1000 fólk vera í høllini sunnudagin.
Við sínum 250 íðkandi limum, hevur Klaksvíkar Fimleikafelag gjørt eitt megnar ungdómsarbeiði í vetur, og hóast enn ikki er so nógv at síggja til tey vaksnu á fimleikaframsýningunum, so er ongin ivi um at eisini fimleikur fyri tey í eldra endanum fer at mennast av sær sjálvum, um so er at fólkini í fimleikafelagnum hava áræði at halda áfram við góða ungdómsarbeiðinum nøkur ár fram.
Teir yngstu fimleikarnir byrjaðu "showið" aftaná framúr flotta innmarshin. Sum altíð tóku teir okkum áskoðarar um hjartarøturnar. Hóast genturnar vórðu nógv betur umboðaðar enn dreingirnir, so smæddust teir heldur ikki burtur og aftaná at hava sæð vøkru fimleikaseriurnar hjá gentunum, var spennandi at síggja reiðskapsfimleikin hjá dreingjunum.
Framsýningin hesaferð var væl løgd til rættis, tí vandi er fyri, tá so nógv lið, og so stórur hópur av ungdómin skal á gólvið, at tíðin gerst ov long hjá áskoðarunum. Men soleiðis var ikki hesaferð. Hóast umleið 250 fimleikarar íalt vístu okkum hvat tey megnaðu, so tók øll sýningin samanlagt ikki meira enn góðan hálvanannan tíma, so sigast má, at væl var tilrættarlagt.
Marni Isaksen, nýtti høvi í røðu síni at bera eina heilsan frá Ragnhild Joensen úr 5. flokki, sum er niðri á Ríkishospitalinum í sjúkraørðindum. Hon hevði eina heilsan at bera floksfeløgum sínum og ynskti teimum góða eydnu við fimleikaframsýningini, nú hon sjálv ikki kundi vera við hesaferð.
Framsýningin endaði við at allir luttakararnir á framsýningini framførdu tað tey kallað Silvaserian.
Silvaserian var eitt sera flott punktum fyri fimleikaframsýningina 2004 og sum áskoðarar fara vit at takka fimleikafelagnum fyri eina framúr uppliving sunnudagin.




