Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein sera viðkomandi kvøldseta

Oliver Joensen

 95 ára gamli Norðoya Sparikassi megnar enn, sum nakar unglingi. Í hvussu so er, um kvøldsetan í Ósáskúlanum, sum Sparikassin skipaði fyri í kvøld skal brúkast sum mátistokkur um annað virksemi sparikassans.

Marner Mortensen, stjóri stóð sjálvur í durðinum og tók ímóti. Longu tá klokkan var sjey vórðu flest øll komin. Sparikassin hevði meldað út, at byrjað bleiv klokkan sjey og at liðugt var klokkan 21.30 og har var ongin “slingur í valsinum”, sum tikið varð til, skráin bleiv hildin til seinasta punkt.

Aftaná at Marner Mortensen sjálvur hevði bjóðað vælkomin og ynskt øllum eitt gott og hugnaligt kvøld, legði Jóannes Hansen fyri. Sum altíð er Jóannes sera áhugaverdur og sera viðkomandi í røðum sínum. Tað vóru mong í kendu seg aftur, tá hann milum annað nevndi “sparimerkini” hjá Sparikassanum í røðu síni um Peningastovnurin á Bygd. Hann nevndi millum annað, at Sparikassin varð stovnaður í 1919 og ikki fyrr enn í 1955 komu hinir peningastovnanir til Klaksvíkar. Hetta undirstrikaði tað neyðuga í, at Norðoya Sparikassi varð stovnaður á sinni. At Norðoya Sparikassi eisini ídag hevur stóran týdning fyri menningina í samfelagnum er ikki ein spurningur.

Fólkalívsfrøðingurin Eyðun Andreasen – Ja, hvat skal man siga, ein høgt virdur, hugnaligur, snøggur og spískur frásøgumaður. Ein maður, ið altíð megnar at fanga lurtaran. Hann málaði fyri okkum familjumynstrið í føroyum líka frá tíðini Norðoya Sparikassi varð stovnaður og til dagin ídag. Hann byrjaði við at siga frá um húsbóndan í kjallaranum ímillum amboð og neyt og konuna uppiá, sum stýrdi heiminum og helt áfram til dagin ídag, tá týdningurin av hjallaranum er horvin og samfelagið setir aðrar treytir til familjuna, bæði skemtiligur og spískur, ein framúr hugnalig løta.

Síðani var steðgur, har vit fingu brellbitar, ið Gutti Winter hevði staði fyri saman við øðrum. Eitt annarleiðis borð við millum annað nógvum góðum úr havinum, so sum laksi, makreli, havtasku og øðrum.

Aftaná steðgin var tað Jan Muller, stjóri í Føroya Oljuídnaðarbólki, ið hevði eina framløgu, hann vísti á týdningn av oljuvinnuni fyri Føroyar, sjálvt um vit høvdu borað níggju hol á landgrunninum og enn onga olju hava fingið upp. Jan Muller nevndi um alt arbeiði her á landi, sum oljupallar høvdu kastað av sær, um allar føroyingar, sum nú arbeiða í oljuvinnuni og leggja pening eftir seg her heima og um føroysk reiðaríir, ið hava bygt skip til oljuvinnuna. Eisini kom Jan Muller inn á útlitini fyri framtíðina í oljuhøpi og tað hevði hann góðar vónir til, sjálvt um hann roknaði við, at tað helst fór at vera eitt sindur stilt um borðingar á føroyskum øki tvey trý tey komandi árini.

Seinasti fyrilestrarhaldarin var Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag. Hann greiddi frá um fiskivinnuavtalur við onnur lond, og segði millum annað, at avtalan vit hava við Rusland er tann millumlandaavatalan við onnur lond, íð hevur allar stórsta týdning fyri føroyska samfelagið.

Millum annað segði Herálvur Joensen, at ímeðan tað, føroysk skip fiska av russisku kvotuni nærum onki virksemi gevur uppi á landi í ruslandi, so er tað ikki so litið avleitt virksemi, tað, russar fiska í føroyskum sjógvi gevur her á landi. Herálvur nevndi eisini at vit eiga at vera tolin og ikki hyggja ótolið eftir hvør hevur størri fyrimun av millumlandaavtalu eitt ár ella so. Vit eiga at vera tolin og hyggja longur fram, tí tað, sum ídag kann sýnast ein fyrimunur fyri onnur lond, kann skjótt venda og blíva ein fyrimunur fyri okkum.

Til seinast endaði Eyðun Kjølbro, undirstjóri í Norðoya Sparikassa løtuna. Jú, vit fingu eina sera hugnaliga kvøldsetu í Ósáskúlanum í kvøld.

Harleywoodpaint