Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein sigur fyri sentralistisku kreftirnar í Heilumálaráðnum og á Landssjúkrahúsinum

John William Joensen

sigur Jógvan við Keldu, sum í 16 ár var borgarstjóri og sum eisini sat fýra ár sum formaður fyri Sjúkrahússtýrið í Klaksvík.

Í samband við at kommunulæknavaktin nú er sentralisera á Landssjúkrahúsinum, vendu vit okkum til Jógvan við Keldu, løgtingsmann, sum umframt at vera borgarstjóri í Klaksvík eisini var formaður í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, sum fyri umleið 15 árum síðan varð niðurlagt.

Málið ikki einfalt
Jógvan við Keldu sigur, at máli um læknavaktirnar ikki er so heilt einfalt.
– Fremsta málið hjá okkum má vera hvussu vit best tæna borgarunum, tí skjót hjálp er dupult hjálp.
– Hinvegin, so skulu vit minnast til, at sentrala stýringin hjá almanna og heilsumálaráðnum er minst 30 ára gomul og fyri okkum, sum hava fylgt við sjúkrahúsmálinum er púra greitt, at arbeitt hevur verið við hesum ætlanunum øll árini.
– Tá sjúkrahússtýrini vóru avtikin, vóru tað baði lokalpolitikarar og Klaksvíkar Býráð, sum mótmæltu harðliga. Í dag síggja vit, at hetta var ein týdingarmikil sigur fyri sentralistarnar, sum altíð hava arbeitt miðvíst fyri at sláa føtirnar undan heilsupolitikkinum úti um landið.

Hvussu er støðan í útjaðaranum.
– Tað hevur altíð verið torført at útvega læknar til útjaðaran og í hesum sambandinum hava allar Føroyar verið ein útjaðari.
– Hinvegin haldi eg at tá vit í Norðoyggjum hava søgt eftir læknum hevur Heilsu og Almannaráðið gjørt alt ov lítið burturúr, at lýsa størvini sum spennandi og mennandi.
– Eisini hevur í mong ár verið tosað um at fáa tættari samstarv millum kommunulæknarnar og sjúkrahúsið, og meti eg at hetta átti at verið náttúrligt, men her hevur tað skorta upp á góðan vilja og tað er ein stórur trupuleiki.

Landssjúkrahúsið verður ongantíð eitt universitetsjúkrahús
– Í kjakinum um Føroyska heilsuverkið hava læknar frá Landssjúkrahúsinum roynt at billa politikkarum og fólkið annars inn, at man bara skal hava eitt sjúkrahús í Føroyum, tí so høvdu vit fingið eitt stórt og gott sjúkrahús.
– Men øll sum hava nakað innliti í heilsupolitkk vita, at Landssjúkrahúsið ongantíð verður eitt universitetsjúkrahús, sum kemur at nøkta tørvin hjá føroyingum, tí vit eru ikki 300.000 sum læknarnir á landssjúkrahúsinum siga er neyðugt fyri at koma upp á eitt líknandi støði.
– Í hesum sambandi má eg viðmerkja, at greinarnar hjá Jákupi Petersen, yvirlækna, hava verið serstakliga áhugaverdar og nýskapandi. 
–  Men tungi mastrodonturin, sum Landssjúkrahúsið og Heilsumálaráðið eru samfelt – hevur kvalt øllum sum hava tora at sagt veruleikan sum hann er. 
– Vit skulu minnast til at umframt at Landssjúkrahúsið er útbygt fyri 350 milliónir krónir seinastu trí árini, eru rakstrarútreiðslurnar hækkaðar seinastu 10 árini við umleið 85 milliónum krónum, sum er tað sama sum tað kostar at reka Suðuroyar- og Klaksvíkar Sjúkrahús.
– Vit høvdu uttan iva kunna fingið nógv meira fyri peningin um vit brúktu allar útbyggingarnar sum eru framdar á føroyska heilsuverkinum.
– Í staðin brúka læknar og embætisverk stóra orku uppá at hála teppið undan – serstakliga Klaksvíkar Sjúkrahúsið, sum hevur verið heilt serstakt í føroyska heilsuverkinum – innan planløgdu ortopediina.

Vaktarskipanin ein sigur fyri sentralistarnar
Jógvan við Keldu er ikki í iva um at nýggja vaktarskipanin er ein sigur fyri sentralistarnar og at skipanin als ikki verður betri fyri brúkaran.
– Nú er skipanin fastløgd og í fyrstu atløgu fáa vit einki gjørt við tað. Men eg eri vísir í at um stutta tíð fara vit at sanna at hon ikki er betri enn verandi skipan og tí verður neyðugt at gera tillagingar, sum náttúrligt er.
– Brúkarin kemur at uppliva at hjálpin verður ikki skjótir tá av tornar.
– Alt í alt er nýggja vaktarskipanin ein sigur fyri sentralistarnar og tí hevði verið betri við størri víðskygni, bæði tá hugsað verður um leiklutin hjá sjúkrahúsinum í Klaksvík og vaktarskipannina sum heild.

Aðalorðaskifti
Fríggjadagin fer landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, at leggja fram eitt álti um aðalorðaskiftið um føroyskan heilsupolitikk, sum ein bólkur hevur arbeitt við.
– Eg havi fingið at vita frá landsstýrismanninum at eftir øllum at døma er bólkurin, sum er mannaður m.a. við umboðum frá Klaksvíkar Sjúkrhúsið, samdur um álitið og tí má eg siga at eg eri sera spentur at síggja úrslitið av hesum arbeiðinum.
– Mín vón er at aðalorðaskiftið kemur at broyta bygnaðin á sjúkrahúsverkinum tí sum skipannin er í dag, viknar hon smærri sjúkrahúsini og tað er ikki gott fyri føroyska borgaran.