Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein sílatúrur av teim framúr góðu

Oliver Joensen

Mangur føroyskur sílaveiðumaður man í hesum døgum vitja vøtnini í Føroyum við tráðu. Ein slíkan túr vóru eg og Árni Zachariassen fríggjadagin.

Leiðin gekk til Haldórsvíkar, har vit tóku okkum tann langa teinin niðan á Víkavatn. Ikki væntaði eg mær nógv, tí eg hevði verið har áður, men Árni hevði hug at royna hetta vatnið eisini. Hjá mær var eitt sindur tungt at taka meg niðan. Tað mundi taka mær útivið hálvan annan tíma at ganga. Eg royndi hvat eg kundi at mæla frá, men so eiðasørt at tað rein við Árna, so Víkavatn bleiv miðið fríggjadagin.

So plagdi John Reid at siga “Væl er at so er”. Tí hetta bleiv dagur í viku. Átta síl, sum øll lógu um 40 centimetrar og eitt um 46 sentimetrar. Hetta eru stór vatnasíl í føroyskum høpi, tey vóru hartil feit, tað minsta av teimum átta vigaði hálvt annað pund ímeðan tað størsta var líka við trý pund.

Ein fínur túrur. Bert spell at vit føroyingar ikki fáa skil upp á fiskaríið í vøtnum okkara. Norðlýsið hevur áður skrivað um nøktandi ferðavinnupolitikk. Vit blaka hópin av skattaborgarans pengum í at lokka ferðafólk hendavegin, men fyri mær at síggja, liggur landið opið fyri fótatraðki av útlendsku ferðafólkum.

Tey kunnu eitt nú fiska frítt á føroysku vøtnunum, eins og tey kunnu tað við strendur okkara og úti á havi.

Væl kann vera, at bussfeløg og hotellir og incomingfeløg fáa pening burturúr, men tað kann koma at kosta okkum dýrt í síðsta enda um vit ikki evna ein ferðavinnupolitikk til, sum verjir okkara náttúru.

Átta “stór” síl fingu vit eftir lítlari løtu ímeðan lómaparið á vatninum eygleiddi okkum. 

Harleyfacadeacryl