Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein sjónvarpssending settið ferð á

John William Joensen

Bakaríið hjá Jórun varð alment tikið í nýtslu á stórari móttøku í síðstu viku. – Tað var ikki tí at eg gifti meg inn í eina bakara-familju, at eg av fyrstan tíð fekk hug til handverkið.

Í 1999 høvdu Jórun og Kim Mørkøre keypt sethúsini og bakaríið frá Kurt Mørkøre og frá tí degi hevur gingið skjótt framá.
Maðurin hjá Jórun Mørkøre er Kim,  beiggi til navnframu fótbóltsleikararnar Kurt og Allan Mørkøre, men hugur hansara hevur ligið til alt annað enn fótbólt.
Tey munnu vera mong sum halda, at tað var so líkatil at Jórun fór at baka, tí hon var fyrst trúðlovað og seinni gift við Kim Mørkøre, ið er triðja ættarlið í bakarafamilju, men soleiðis hanga tingini tó ikki saman.
Jórun sigur, at hon fyrst fór í læru á hárfríðkanarstovuni hjá mammu síni, men tá hon hevði lært í útivið eitt ár, var hugurin ikki so góður. Tá hon so eitt kvøldið sá eina sending í sjónvarpinum, har ein konditari vísti kynstur síni við at leggja marsipan á køkur og evnað tað snotiliga til, vitsti hon við tað sama, at hon skuldi vera konditari.

Plágaði Eiler
Tankin búnaðist og so var at royna at finna sær eitt lærupláss. Eg ringdi til Eiler bakarin. Hann lovaði at hugsað um tað, men segði samstundis, at hann kundi læra meg til bakara, men at útbúgva konditara kundi hann ikki.
Eiler hugsaði og eg helt at tað gekk alt ov seint, so eg plágaði hann tíðliga og síðla. Umsíðir ein vakran dag, so ringir Eiler og sigur at eg kundi koma í læru.
Eg havi nógv góð minnir frá lærutíðini hjá Eiler og ein dag í 1993 var eg liðug at læra. Eftir at hava arbeitt sum bakari hjá Eileri eina tíð eftir at eg var útlærd, var ikki brúk fyri mær meira og eg fór í cafeina hjá pápa mínum á Fornagørðum at arbeiða, har var eg í eitt ár, til eg fór at fjasast við egnan handil og seldi undirklæðir. Eina tíð arbeiddi eg í handlinum hjá Kurt Mørkøre, ið hevði keypt bakaríið frá pápa sínum, men í 1999 tá Kurt avgjørdi at selja, valdu eg og maðurin at keypa. Vit keyptu sethúsini og bakaríið, sum eisini var í sethúsunum og 16. august 1999 var fyrsti arbeiðisdagur okkara, tá vóru 5 fólk í starvi, eg og tveir bakarar afturat mær og síðani tvey fólk í handlinum.
Tað hevur gingið framá hjá okkum alla tíðina og skjótt gjørdist ov trongligt og ov óarbeiðisligt í gamla bakarínum, og tá so avbjóðingin stóð fyri framman við fasta sambandinum um Lorvíksfjørð, hildu vit at vit máttu herja á og koma longur um vit skuldu hava nakran møguleika at bjóða av frameftir og tí valdu vit, kanska eisini við atlitið til ein størri marknað, at byggja hetta spildurnýggja bakaríið, sum er fyrsti bygningurin, ið er bygdur til hetta endamálið í norðoyggjum, hóast nógvir bakarar hava verið í Klaksvík gjøgnum tíðirnar.

Nýggja bakaríið
Nýggja bakaríið er sera snotuligt og arbeiðisligt og lýkur øll nýmótans krøv frá myndugleikunum. vit hava stóran goymslukapasitet, bæði til vanliga goymslu, frystigoymslu og køling. Harafturat hava vit fingið nýggjar ovnar og maskinur annars, sum eru neyðugar, so eg haldi at vit eru væl fyri at bjóða okkum fram nógv ár frameftir.
Bygningurin, sum nú stendur liðugur við Borðoyarvík er umleið 370 fermetrar til støddar í tveimum hædum. Í niðaru hæddini er bakaríið við tilhoyrandi goymslurúnum toilettum og inngongd og í ovaru hæddini er kantina, umklæðingarrúm og bæðirúm inrættað til arbeiðisfólkið. Íalt arbeiða ídag 11 fólk í samband við bakaríið hjá Jórun. Jórun sigur sjálv, at hon heldur at Kim hevur størstu uppgávuna, tí hann skal fáa alt tað at rigga í samband við bakaríið, sum ongin sær nakað til, tað verið seg bókhald, umvælingar og snøgt sagt alt tað, sum ger at vit onnur 100% kunnu konsentrerað okkum um at framleiða á bakarínum.
Nógv viðskiftafólk og kenningar nýttu høvið at vitja á bakarínum móttøkudagin og blómuheilsaninar boðaðu frá stórum viðskiftafólkaskara.
Vit fara at ynskja Jórun og Kim hjartaliga tillukku við bakarínum og góðan byr framyvir.