Eg sigldi sum stýrimaður við Jógvan Páll Fjallsbak, ið átti skipini Elsa-F og Jopa-F . hann var ein sera fryntligur maður.
Eg sigldi sum stýrimaður við Jógvan Páll Fjallsbak, ið átti skipini Elsa-F og Jopa-F . hann var ein sera fryntligur maður at sigla saman við, og dugdi væl at taka til, eg var við Jopa-F og vit vóru áveg úr Antverpen við eplum niður til Alger í norðurafrika, hetta var í 1980, tá var navigatións útgerðin umborð á skipunum ikki sum hon er ídag, vit høvdu eitt lítið svart/hvítt sjónvarp standandi í messuni, og ímeðan vit eru áveg innígjøgnum sjálvt Gibraltar-sundið, sita vit nakrir av manningini í messuni, og hýggja í sjónvarp, ákkurát tá liggur ein arabiskur imamur við reyvini hægst og biður, og júst ímeðan vit sita har kemur matrósurin ein havnadrongur inn, og spyr Jógvan Páll, "tú skiparin, nær vera vit inni í Alger ?
Jógvan Páll svaraði, " tá tú sært í afturpartin á hasum fýrunum, tá lýður heilt væl"




