Harleywoodpaint
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein skilagóð íløga, sum eingin annar hevur valt

Helgi Abrahamsen

Hóast 22 ár eru liðin síðani fyrsti goymslutunnilin var gjørdur á havnarlagnum í Fuglafirði, so hevur framvegis eingin annar valt hetta slagið av loysn. Tað staðfesti Sugurð S. Simonsen, býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri í Fuglafirði, tá nýggju goymslutunlarnir hjá Havsbrún vórðu skotnir ígjøgnum.

Sigurð undrast á, at ikki fleiri velja hetta slagið av loysn, tí við hesum slepst undan at gera stór sár í natúruna.

Havsbrún fær 8.000 fermetrar inni í fjallinum, sum helst er størsta høllin í landinum, og eingin sær hana.

”Tað einasta sum sæst er ein portalur,” sigur Sigurð.

Ongin ivi er um, at hetta er ein skilagóður og framsíggin háttur, at nøkta tann yvirstóra goymslutørvin, sum okkara virki hava á okkara rættuliga avmarkaða útiøki,” sigur hann.

———–


Les her røðuna, sum Sigurð S. Simonsen helt á samkomu í sambandi við at goymslutunlarnir vórðu skotnir ígjøgnum:


Eg vil fegin nýta høvið at ynskja Havsbrún, Articon og norska borifelagið LNS, eins og Fuglafjarðar kommunu hjartaliga tillukku, nú goymslutunlarnir hjá Havsbrún eru skotnir ígjøgnum her í dag.

Enn einaferð kunnu vit staðfesta og ásanna, hvat kann koma burturúr, tá vinnan og kommunan finna stevið at samstarva um ítøkiligar verkætlanir.

Enn einaferð síggja vit eina verkætlan ið vit als ikki síggja á øðrumhavnarløgumí Føroyum, sjálvt um tað nú eru 22 ár síðani tann fyrsta goymslutunnilin, skamt herífrá, varð gjørdur.

Ongin ivi er um, at hetta er ein skilagóður og framsíggin háttur, at nøkta tann yvirstóra goymslutørvin, sum okkara virkir hava á okkara rættuliga avmarkaða útiøki.

Eg vil hervið geva eitt herðaklapp til tykkum, ið hava tilrættarlagt ogútinthesa ætlan í verki. Tit hava eisini megnað reiðuliga at yvirhildið tíðarætlanina, so rós til tykkum øll.

Vegna vinnunevndina vil eg takka øllum aktørum og øllum tykkum ið hava verið noydd at ferðast á havnarlagnum til dagligt, at tit hava víst ein góðan hugburð og góðtikið hesar buldrasligu umstøðurnar, sum hava verið hesa tíðina.

Framhaldandi góða eydnu við liðugtgerðini av hesi verkætlan.

Harleywoodpaint