Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein skúladagur í Mikladali

Oliver Joensen

Næmingarnir eru ikki nógvir, men teir trívast, tað ger tað heldur ikki verri, at lærarinnan er úr Mikladali eisini, nevniliga 25 ára gamla Maria Sørensen, sum fekk læraraprogv í summar.

Fríggjadagin síðstu viku, vitjaði Norðlýsið í Mikladali, og tá fingu vit eitt lítið prát við lærarinnuna Mariu Sørensen.

Maria segði okkum, at næmingarnir fáa fýra dagar um vikuna undirvísing í lítla og hugnaliga skúlanum í Mikladali. 5. Dagin eru næmingarnir í Mikladali í Klaksvík, á Skúlanum á Ziskatrøð, tað sýnast tær at trívast væl við, sigur Maria Sørensen, vit plaga at lagað tað so, at fimleikur og ítróttur er á skránni tá vit eru í Klaksvík, og tað dámar teimum sera væl.

Skúlin her hoyrir undir Skúlan á Ziskatrøð, og tá eg fekk starv á hesum skúlanum eftir summarfrítíðina, bleiv eg spurd, um eg hevði hug at undirvísa í Mikladali. Tað tímdi eg væl, tí eg eri ættað higani og búgvi her og í Klaksvík.

Eg kendi sjálvandi væl skúlan í Mikladali og eisini arbeiddi eg her sum vikar eitt skiftið ímeðan eg gekk á læraraskúla. Heðin Klein og Elisa Waag hava skiftst um at undirvíst her undan mær, og tá annað teirra fór frá vegna aldur í november í fjør og hin eftir summarfrítíðina, so var arbeiðið sum lærari leyst her.

Næmingarnir, sum ganga í skúlanum her nú, eru bert tríggir, ein genta av Trøllanesi, sum gongur í 5 . flokki og ein úr Mikladali og ein av Trøllanesi, sum ganga í sjeynda flokki.

Gentirnar, ið ganga í sjeynda eru Rannvá Eyðunsdóttir og Bjørg í Norðnastovu, gentan í 5. Flokki er Andrea Eyðunsdóttir. Tær eldru genturnar skulu sostatt í 8. Flokk komandi ár, og tað hevur við sær, at fara til Klaksvíkar at ganga í skúla. So verður bert ein næmingur eftir í skúlanum í Mikladali.

Tá vit spyrja Andreu, Rannvú og Bjørg, hvat tær fáa undirvísing í, nú tær hava hundar inni í skúlastovuni tá vit vitja, siga tær, at tær millum annað hava havt lívfrøði ídag, og at tær í hesum sambandi hava lisið úr eini bók um hundar í avlopstíðini. Fyri at gera tað stuttligari, hava vit tikið hesar fittu hvølparnar inn í skúlastovuna.

Okkum dámar sera væl at ganga í skúla her, siga tær við ein munn, tá vit spyrja og tá vit spyrja um dagin í Klaksvík, siga tær tað sama, tað er stuttligt at koma í skúla í Klaksvík ein dag um vikuna.

Maria Sørensen, lærarinnan er ógift, men hon hevur ein unnusta, og hann er sjómaður, Maria sigur, at tey eru í ferð við at setast í búgv í Klaksvík.