Ein arbeiðsbólkur er byrjaður at gera eitt álit um miðnámsskúlarnar í Føroyum, sum m.a. snýr seg um at gera uppskot til bygnaðarbroytingar, soleiðis, at miðnámsskúlarnir verða skipaðir í størri deplar.
John D. Olsen
Miðnámsskúlarnir koma í framtíðini at hava alsamt størri týdning, tí alsamt fleiri fáa sær eina miðnámsútbúgving fyri at náa teirra málum við víðari lesnaði. Seinastu árini hava vit eisini sæð eina økta tilgongd til miðnámsskúlarnar í Føroyum, eins og vit síggja í londunum rundan um okkum. Tilvitanin um at skúli og læring hevur alstóran týdning í nútíðarsamfelagnum, vísir seg m.a. við hesi øktu tilgongdini av næmingum til hesar skúlarnar.
Núverandi skipan
Okkara núverandi miðnámsskúlaskipan er soleiðis bygd upp, at vit hava tekniskar miðnámsútbúgvingar, handils miðnámsútbúgvingar, klassiskar studenta miðnámsútbúgvingar og HF miðnámsútbúgvingar.
Frá landspolitisku myndugleikunum vantar ein yvirskipað ætlan, um hvussu skúlarnir skulu skipast í framtíðini, umframt at lógarkarmarnir eru ymiskir alt eftir um tað er ein tekniskurskúli, handilsskúli ella eitt studenta og HF-skeið.
Arbeiðsbólkur
Fyri umleið hálvum ári síðan setti landsstýrismaðurin, Jógvan á Lakjuni, ein arbeiðsbólk at endurskoða miðnámsskúlaskipanina. Skipanin, ið vit hava í dag, er í stóran mun kopiera úr donsku skipanini. Hetta verður ikki mett at vera nøktandi, tí at ymiskleikarnir millum Danmark og Føroyar eru somikið stórir, at trupulleikar stava frá hesum. Harafturat, eru donsku miðnámsútbúgvingarnar m.a. broyttar soleiðis fyri nøkrum árum síðani, at allir næmingarnir fáa somu frálæru tað fyrsta hálva árið eitt sokallað grundforløb. Hareftir velja næmingarnir tey fakini tey eru áhugaði í, og sum tey skulu brúka fyri at náa útbúgvingarmálini tey hava sett sær.
Yvirskipað
– Ein partur av arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum er, at kanna eftir hvussu skipað samstarv kann fáast í lag millum skúlarnar í ymsu økjunum. Landsstýrismaðurin hevur nevnt, at ein møguleiki er, at landið verður skipað í tríggjar skúladeplar. Ein í norðurøkinum, ein í Suðuroynni og ein í Suðurstreymi. Ætlanin er ikki at flyta virksemið ella tílíkt, men heldur at rationalisera soleiðis, at vit betur kunnu gagnnýta læraratilfeingið og harvið eisini skapa betri útbúgvingarmøguleikar hjá teimum lesandi. Fyri okkum í Klaksvík, kann hetta at merkja, at Tekniski skúli og HF-skeiðið í Klaksvík, og Studentaskúlin og HF-skeiðið umframt Handilsskúlan á Kambsdali verða skipað í ein miðnámsskúladepil við einari yvirskipaðari leiðslu, sigur Rúni Heinesen, stjóri á Tekniska Skúla í Klaksvík, ið er limur í arbeiðsbólkinum.
Man kann ímynda sær, at deplarnir, enn betri enn nú kunnu bjóða skeið í ymiskum smáum fakum. Eitt nú hevur HT sum er, ikki altíð møguleikan fyri at bjóða sínum næmingum vallærugreinir sum t.d. ítrótt og sálarfrøði. Her kann tað hugsast, at størri deplar, kunnu skapa munandi betur umhvørvið í slíkum fakum.
Ætlaninirnar eru enn ikki ítøkiligar, men eitt ávegis álit skal latast Landsstýrismanninum einaferð seinni í ár.




