Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein Skúvadalsdagur

John William Joensen

Hósdagin 7. september í mánamyrking, gingu vit báðir Helgi okkum aftur ein túr eystur í Skúvadal.

Veðrið var av tí besta, tí tók eg fototólið við. Kundi ikki lata vera, einaferð enn at taka myndir suðureftir, og hygni hyggjarin sær helst Gáshøvda, Nólsoynna og síðani nesini norðureftir.

Tað er eitt sindur hugaligt at frætta, at Skótalið Nólsoyar Pálls eftir øllum at døma fer aftur at virka, tí øll hesi árini, vit báðir hava roynt at havt fastan gongutúr eystur í Skúvadal, hevur tað bert eina ella tvær ferðir hent, at vit hava sæð skótar í húsinum í Skúvadali, ein smátta, ið júst er ætlað skótunum.

Hóast tey ikki eru so fá, sum ganga hendan túrin, so undrar tað eitt sindur at tey ikki eru fleiri. Tað tekur ikki meira tíð enn at hyggja eftir einum fótbóltsdysti, at ganga av endanum á Oyravegnum niðan Torvadal og eftir Breiðhjallanum og síðani niðan Sniðin í Skúvadal. Hetta er ein sera hugnaligur túrur, og tú kanst velja fleiri vegir. Hevur tú hug at síggja kópar og sjófugl, so fert tú ikki niðan men oman á bakkan fram við gomlu Bergrætt (Elsta rættin er niðanfyri hamaran og eitt sindur ring at finna, men er ein sonn uppliving at skoða, helst vakrasta náttúrurættin í Føroyum) út ímóti Skálanesáunum og síðani niðan við ánni til tú kemur í húsið.

Eisini er møguleiki at fara eftir gomlu Dalagøtuni niðan á Heldarskarð og síðani eystur eftir fjallinum, har møguleiki er at hyggja oman í Barm og Herjaskorð eisini.

Jú møguleikarnir eru nógvir her og fjølbroytt er lendið.