Tað er svárt at eygleiða hvussu okkara fremstu vinnufólk verða viðfarin av landsstýrið og løgtingið í hesum døgum. Ein sum er uppvaksin í Barentshavinum, málbar seg soleiðis: – Eg havi altíð verið stoltur av at verða sjómaður og havi sæð tað sum ein forrætt at kunna borið landið og fólkinum harðan valuta. Men gleðin er vend til skomm.
Tað er svárt at eygleiða hvussu okkara fremstu vinnufólk verða viðfarin av landsstýrið og løgtingið í hesum døgum. Ein sum er uppvaksin í Barentshavinum, málbar seg soleiðis:
– Eg havi altíð verið stoltur av at verða sjómaður og havi sæð tað sum ein forrætt at kunna borið landið og fólkinum harðan valuta. Men gleðin er vend til skomm. Nú siga landsins kosnu menn, at vit eru politiskt útvald og alt sum vit hava arbeitt fyri, hava vit fingið forerandi frá landinum. Boðini frá Aksel V. Jóhannesen, Høgna Hoydal og Bjarna Hammer er at kvotan hjá okkum skal skerjast niður í helvt og harvið eisini fortjenastan. Í okkara reiðarríði eru vit tvær manningar, sum deilast um fortjenastuna og hendan skipan hevur virkað framúr væl. Men nú er greitt at grundarlag er ikki longur at halda fram við hesi skipanini og tí verður neyðugt at siga helvtina av fólkinum úr starvið og so detta teir, sum eftir verða við skipinum, aftur til gomlu skipanina, har man noyddist at verið við hvønn túrin og verða burtur størsta partin av árinum.
– Eg fái einkið svar um hví – og hvat endamálið er við hesum.
– Einasta grundgevingin er, at nú skulu aðrir sleppa framat? Hvat samfelagsgagn er í hesum? Nú skulu fleiri skip og reiðarríð kappast um sama tilfeingið? Hetta gongur beint øvugt av øllum tí, sum vit hava arbeitt fyri seinastu mongu árini, nevniliga at gera vinnutól okkara so effektiv og rationel sum gjørligt. Hvørji hesi eru, sum nú skulu framat í Barentshavinum veit eg ikki, men tað verður áhugavert at síggja.
– Men hvat hetta skal gagna samfelagnum er sera trupult at fáa eygu á.
– Tað hevur gingið gott hjá okkum seinastu árini og tí hevði eg skilt politikararnar, um teir kravdu meira pengar frá vinnuni, gjøgnum tilfeingisgjald ella skattir. Men at gera arbeiðsumstøðurnar hjá okkum verri gevur als onga meining.
– Eg havi roynt lurta væl eftir Ólvu Klettsgarð og Jónleif Jóhannesen, sum umboða okkum her norðuri í samgonguni, og sum áttu at kent til umstøðurnar hjá okkum, hvat tey siga endamálið er við hesum, men havi ikki fingið nakað brúkiligt burtur úr hesum.
– Nú tað frættist at Javnaðaflokkurin bjóðar øl og brennivín í flokkshølunum, kundi eg ikki lata verða við at hugsað, at støðan í løtuni líkist onkrum illa fyriskipaðum grindabýti frá fyrr í tíðini. Grindamenn og fyriskiparar kendu til og skilið har eftir. Øll vinnan stendur við diskin og bíðar eftir seðlunum og allir eru svakir um tilvildarligu umsitingina innanfyri diskin. Men so hvørt sum teir, sum hava fingið meira enn sín part hava fingið seðilin stungnan í hondina, ríma teir og halda kjaft. Støðan gerst verri og veri sum kvøldi gongur og endin er at fleiri standa púra á berum. Heilt galið er hjá botnfiskaflotanum, línuskipum og í Barentshavinum.
– Eftir bítinum, sum nú fyriliggur hava Høgni og Bjarni tryggja stóru reiðarríðini í uppisjóvarvinnuni sín part, og tí halda teir kjaft – og eg skilji teir væl tí tað stendur nógv uppá spæl.
– Gleðin og stoltleikin av at gera góðar túrar og vinna sær sjálvum, landi og fólki nógvar pengar – er fullkomiliga horvin. Eg havið øll míni ár búð í Klaksvík og rindað rættiliga nógvar pengar í kommunu og landsskatti. Men nú tori eg ikki longur at siga alment hvat eg fáist við. Allan mín ungdóm her í Klaksvík vóru sjómenn fyrimyndir og hetjur, men hetta er við at broytast fullkomiliga. Eg haldi at hetta sum gongur fyri seg í løgtinginum í løtuni, er ein sorgarleikur og eg má framvegis spyrja:
– Hvat er endamálið?




