Fundurin, sum Vinnulívsráðið skipar fyri, er almennur og verður á Sjónámi í kvøld kl. 19.30.
Fundurin, sum Vinnulívsráðið skipar fyri, er almennur og verður á Sjónámi í kvøld kl. 19.30.
Í fyriletrinum, sum Bjarni Arnason, grannskoðari, fer at halda um Tunnilgjøli og Tilfeingisgjøld, og hvørja ávirkan hesi hava fyri Norðoyggjar, verður komið inn á taltilfar, sum sjáldan ella ongantíð hava verið frammi fyrr.
Hann fer at viðgera týdningin av stabiliteti í samfelagnum, koma inn á hóskandi reguleringar, kvotur, tilfeingið virkast í Føroyum, fer at tosa um týdningin av gransking og førleikamenning fyri føroyska samfelagið.
Eisini fer hann at vísa á tilfeingisgjøld, hvussu stórur partur verður goldin av KG-skipum. Umframt fer hann eisini at tosa um hvussu stór landsins játan fer til fiskivinnuøkið.
Hvussu fer fiskivinnan í Klaksvík at klára seg í framtíðini innan hesar karmar, verður partur av evninum.
Samferðslukervið fer síðani at verða viðgjørt, so sum flytiføri, umhvørvi, kostnaður, samfelagsnytta, økismenning o.s.fr. Ymiskir fíggingarhættir verður eisini tosað um.
Hann fer at koma við býti millum landspartar av bummgjøldum fyri 2012.
Til seinast verður eisini høvi hjá áhoyrarunum at seta spurningar.
Fundurin er almennur.




