Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein stór skandala

John William Joensen

Tað er púra burturvið, at nakar annar enn Todi Jónsson verður sendur niður til UEFA at taka móti heiðrinum sum Føroya besti fótbóltsspælari nakrantíð

Tað kom heilt óvæntað á, at tað ikki var Todi Jónsson, sum varð kosin at vera besti føroyski fótbóltsspælarin síðstu hálvt hundrað árini. Norðlýsið sær veruleikan út frá sínum sjónarhorni sum lokalblað fyri Norðoyggjar. Men í práti við føroyingar alla staðni frá í landinum, sum eru áhugaðir í fótbólti, merkist stór undran um, at nakar annar enn Todi Jónsson kann koma upp á tal sum besti føroyski spælarin.
Vit vita so lítið um, hvussu atkvøðugreiðlsan hevur gingið fyri seg uttan tað, sum vit hava hoyrt í útvarpinum og sæð í tíðindaskrivi, síðani úrslitið var greitt. Vit hava millum annað latið okkum fortalt, at pressan eigur sín stóra lut í avgerðini. Onkur hevur spurt okkum, hvørjum vit hava atkvøtt fyri. Svarið er stutt sagt, at vit eru yvirhøvur ikki spurdir. Tað sigst vera landsliðsnevndin hjá FSF, sum hevur staðið fyri atkvøðugreiðsluni. Hon hevur stutt sagt ikki gjørt sítt arbeiði til lítar.
Tað verður eisini sagt, at hetta hevur verið ein so neutral og saklig process, sum tað ber til. Almenningurin hevur havt sín part av avgerðini, pressan hevur havt sín part, og fótbóltsfeløgini sigast at hava átt sín part. Hvussu pressuparturin er handfarin hava vit fortalt omanfyri. Hvussu tað gekk við almenna partinum er ein forvitnislig søga. Tað sigst, at atkvøðugreiðlsan gekk fyri seg í fýra dagar. Inntil fjórða dagin átti Todi 70 prosent av atkvøðunum, og Jákup Mikkelsen og Ábraham Løkin áttu restina. Eftir nøkrum fáum tímum hendi tað, at myndin broyttist fullkomuliga. Talið hjá Toda fór niður á 45 prosent, og talið hjá Ábraham fór upp á 46 prosent og so var liðugt. Hetta sær heilt undarligt út. Tey, sum kenna til teldur og sovornar atkvøðugreiðslur vita, at tað ber væl til at atkvøðu fleiri ferðir ella rættari sagt so ofta, sum ein vil við somu teldu, so her er stórur vandi fyri, at sakligheitin dettur burtur.
Tað er keðiligt at gera viðmerkingar til hetta málið, tí tað kann skjótt uppfatast sum niðurgerðing av honum, sum vann kappingina. Eg nýti bevíst orðið kapping, tí tað var tað í hvussu so er í almennu atkvøðugreiðsluni. Ábraham Hansen ella Løkin, sum hann nú eitur, var ein fínur fótbóltsspælari. Ærukærari og ágrýtnari enn teir flestu, hann hevði góðan teknikk, og fótbóltskøn hava altíð nevnt Ábraham sum ein tann skilabesta ella taktiskt snilda spælaran av øllum.
Men frá hesum og so til at velja Ábraham til besta spælaran nakrantíð frammanfyri Toda Jónsson er, ja eg kann ikki siga annað, langt úti. Tað eru ikki bara klaksvíkingar og norðoyingar men heilt nógvir fótbóltshugaðir føroyingar samdir í.

Torført at sammeta
Tá ið UEFA spyr, hvør hevur verið besti spælarin í einum landi í 50 ár, so setir UEFA fótbóltssambondini í Europa í eina torføra støðu. Í Føroyum kunnu vit spyrja, um Zakaris á Reyðhúsi, sáli, sum vit, ið eru komin nakað upp um 50 ára aldur, minnast sum sera vandamiklan framherja hjá KÍ, var betri spælari enn John Sigurd Joensen, sum á 66 liðnum hjá KÍ var ein tann snildasti miðvallarin  av øllum. Tað sama kunnu tey heilt sikkurt eisini spyrja í øðrum feløgum.
Vit í Klaksvík minnst úrmælingar úr Havnini, sum plagdu at spæla móti KÍ. Tórður Holm var fantastiskur verjuspælari hjá B36, og Torstein Magnussen var framúr høgri vongur í B36 og eg haldi eisini í HB viðhvørt. Í HB var Heri Nolsøe ein sera góður og elegantur framherji síðst í 60 árunum og í 70 árunum. Men spurningurin er, um hann var betri enn t. d. Jógvan á Lag ella onkur annar, sum spældi fyri 50 árum síðani ella onkur HBari, sum hevur spælt í síðstuni. Á Tvøroyri kunnu teir heilt vist eisini vísa á spælarar, sum vóru framúr í 1940unum og 1950unum, og í 1970unum høvdu teir millum aðrar Henrik Thomsen.
Tað ber ikki til at taka ein framum annan, tá ið teir ikki hava spælt í senn. Tað verður altíð ein subjektiv meting.

Rætti mátin og rætti maðurin
Fyri at fáa eina so nøgterna avgerð, sum tað ber til, so hevði einasti rætti mátin verið, at tað varð funnið fram til eitt objektivt metingargrundarlag.
Grundarlagið átti at verið, hvussu langt spælararnir eru komnir við sínum fótbóltsspæli. Hvussu nógvar landsdystir hava teir spælt, hvussu nógv FM heiti og finalusigrar í steypakappingini hava teir vunnið, og hvussu langt hava teir megnað at strítt seg í altjóða fótbólti. Tað mátti borið til út frá hesum at gjørt eitt objektivt grundarlag, og so kundi tað verið ein vigað avgerð út frá hesum. Hana kundi FSF sjálvt staðið fyri.
Um landsliðsnevndin hjá FSF hevði gripið áheitanina hjá UEFA rætt ann, so hevði tað stutt sagt ikki borið til at sloppið undan Toda Jónsson. Objektivt sæð hevur hann megnað nógv mest av øllum føroyskum fótbóltsspæ.larum. Hann hevur vunnið FM og Løgmanssteypið við KÍ. Hann hevur spælt í bestu deildini í Danmark við Lyngby, og nú hevur hann í seks ár verið fast inventar á besta liðnum í størsta felagnum í Danmark. Hann hevur vunnið DM tvær ferðir. Hann hevur verið í tveimum donskum steypafinalum. Hann hevur fleiri ferðir verið toppskjútti hjá FCK, og hann er alle tiders toppskorari hjá FCK. Hann hevur skorað fleiri mál á landsliðnum, enn nakar annar hevur gjørt, og hann spældi 43 landsdystir, áðrenn hann kendi seg noyddan at geva avboð orsaka av manglandi likamliga førleikanum. Todi hevur spælt í Europa Cup fyri KÍ, Lyngby og FCK, og hann hevur skorað umleið tíggju Europa Cup mál. Hetta hevur hann megnað, sjálvt um tað ikki hevur verið lítið av skaðum og mótgongd. Psykiskt hevur hann verið fantastiskur.
Eingin føroyskur spælari er komin í nánd av avrikunum hjá Toda. Hann hevur í næstan fimtan ár verið roknaður sum besti føroyski spælarin. Tí er tað heilt við síðuna av, at tað nú er komið hartil, at ein annar spælari verður sendur niður til UEFA. Sjálvt um hann hevur spælt fótbólt í fleiri feløgum enn Todi og hevur spælt nakrar fáar dystir í 1. deild í Danmark fyri OB. Hann er ein góður spælari. Tað rokni eg við, at øll eru samd við mær í. Men at Føroyar senda nakran annan enn Toda niður til UEFA at taka móti heiðrinum sum besti føroyski spælarin nakrantíð er fullkomuliga burturvið. Tað kann ikki bara vera okkum, at hetta smakkar illa og er langt úti.
 
Oliver