Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ein stór tónleikauppliving í Christianskirkjuni

Oliver Joensen

Tað var ein sera stór tónleikalig uppliving, áhoyrarnir fingu frá teimum báðum, Michalu Petri á blokkfloytu og Ólavi Jacobsen á gittara í gjárkvøldið.

Flestu munnu vita, at Michala er kend fyri sín virositet á blokkfloytu um allan heim. Hon byrjaði sum lítil genta á spæla á blokkfloytu og hevur arbeitt seg upp til ein tann kendasta blokkfloytuleikaran í heiminum. 

Ólavur hinvegin, er okkara egni stóri og stórsti gittarsnillingur. Saman góvu tey okkum eina uppliving á hægsta internationala støði, í ótrúliga umhvørvinum í Christianskirkjuni, sum bert kann koma fyri har.

“Omma Ludvík” gjørdi ikki upplivingina verri og harafturat var hugaligt at hoyra samanspælið hjá teimum báðum við næmingarnar úr okkara Tónlistaskúla.

Takk fyri eina ógloymandi konsert. Niðanfyri er skráin fyri kvøldið:

Jacob van Eyck: 1590 – 1657: Variationer fyri sopranblokfloytu solo

Harra Gud títt dýra navn og æra – Michala Petri saman viď næmingum frá Klaksvíkar Tònlistaskùla

Leo Brouwer: guitar solo

Carl Scheindienst: uml. 1800: Variationer yvir “Gestern Abend” fyri Sopraninoblokfloytu og Guitar

Astor Piazzolla: 1921 – 1992: Cafe 1930 fyri tenorblokfloytu og guitar.

Variationer yvir “Mads Doss” for sopraninoblokfløjte solo.

Diego Ortiz: 1510 – 1570: Ricercare nr. 2 fyri blokfloytu og guitar.

Blokfløjte: Michala Petri
Guitar: Olavur Jakobsen