Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Ein størri festivalur í ár

Danial Viðoy

SF: Erik Biskopstø, ein av høvuðsfyrireikarunum, sigur, at fyrireikingarnar ganga væl. Atgongumerkjasølan gongur eitt vet betri enn í fjør, so væntast kann ein enn størri festivalur í ár í mun til undanfarna ár. – Og tað leggja vit okkum eisini eftir, tí hetta er ein jubileums-festivalur og vit hava nakað at feira.

Erik Biskopstø fyrireikar nú sín tígginda Summarfestival uttan steðg. Sum altíð er hann bjartskygdur og gleðir seg. Norðlýsið fekk eitt prát við hann í morgun.

Mánadagur er og hetta er vikan, at árligi Summarfestivalurin verður. Jú, fyrireikingarnar eru veruliga í hæddini nú.

– Nógv hevur longu fingið skap á festivaløkinum, byrjar hann.

– Kampingplássið er klárt og lat longu upp á middegi. Longu nú stroyma húsvognar úr øllum landinum á kampingøkið. Í ár verða ið hvussu er 230 húsvognar, men enn eru nøkur pláss eftir.

Atgongumerkjasølan gongur betri í ár.

– Atgongumerkjasølan til sjálvan festivalin gongur strálandi. Hon gongur eitt vet betri í ár enn í fjør. Líkt er til at tað verða fleiri festivalgestir í ár, og tað vóna vit eisini.

– Vit hava eisini gjørt meira burturúr í ár. Keypt dýrari undirhald og dýrari nøvn, sum skulu trína á pall. Og vit hava hava helst brúk fyri fleiri festivalgestum fyri at dekka hesar útreiðslur.

Harleywoodpaint