Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein stórur dagur hjá Norðoyingum og Føroya fólki øllum

John William Joensen

TUNNILSHALDIÐ: Tað verður sum ein onnur kongavitjan, nú Klaksvíkin verður latin upp av nýggjum við nýggjum sambandi um Leirvíksfjørð. Her verður nomið eitt sindur við tað sum hendir á hátíðarhaldinum.

Um morgunin sigla Dúgvan, Ternan og Sam
Seinasta ferðin hjá Dúgvuni er ein leiguferð um Leirvíksfjørð, har landsins kosnu menn og damur eru við. Ikki bert tey, men eisini stórt bilafylgi, sum koyra fólkini uppá pláss.
Norðanfyri ferjuleguna standa lastbilar, sum hava notið gott av Dúgvuni og heilsa henni, nú hon kemur fyri seinastu ferð.

Dúgvan leggur at kl. 13.00
Beint eftir at Dúgvan hevur lagt at, verða røður á ferjuleguni. Landsstýrismaðurin Jacob Vestergaard og Strandferðslustjórin Kristian Davidsen halda røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir og ein sangur verður sungin. 

Skrúðgongan kl. 13.30:
1 – Fyrst fer bilafylgið hjá Ellisakførum í land í Klaksvík.
2 – Tey verða móttikin av 21 motorsúkklum  yngri (tann yngsta kemur til høvið í vikuni) og eldri (tann elsta fremst; ein Nimbus frá 1939).
3 – Eisini eru bussar, sum skulu koyra hópin av fólki.
4 – Og sum rosinan í pylsuendanum verður Klaksvíkar Hornorkestur og setur dám á fylgið við hópin av fólki, sum í skrúðgongu fer frá ferjuleguni kl. 13.30 og niðan til tunnilsmunnan.

Komið verður niðan til Tunnilsmunnan kl 14.00
Hátíðarhald við tunnilsmunnan kl 14.15:
1. Tónleikur  Klaksvíkar Hornorkestur
2. Vælkomin og skrá fyri hátíðarhald við stjóranum
3. Klaksvíkar Hornorkestur
4. Røða við Jóannes Eidesgaard, løgmanni
5. Tunnilskórið V/ Meinhardt Bjartalíð syngur
6. Røða við Bjarna Djurholm, landstýrismanni
7. Klaksvíkar Hornorkestur
8. Røða við Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra í Klaksvík
9. Klaksvíkar Hornorkestur
10. Røða við Bergur í Garði, nevndarformanni
11. Tunnilsmarchur, BLAST – Klaksvíkar Hornorkestur
12. Bandið verður klipt av Bjarna Djurholm, landsstýrismanni

Fyrsti túrurin til Leirvíkar o.l. kl. 15.15
Bilafylgið, við løgmanni á odda, og motorsúkklur fara gjøgnum tunnilin, niðan til bygdarhúsið í Leirvík. Har farið verður inn at heilsa uppá.
Síðani verður kl. 16.00 koyrt aftur til  Klaksvíkar saman við eini 80 motorsúkklum, sum bíða spentar uppi við bygdarhúsið í Leirvík.
Tunnilin verður latin upp fyri almennari ferðslu kl. 16.30. Ja, og nevndin í Norðoyatunlinum hevur verið so blíð, at latið tunnilin verið opnan ókeypis í eina heila viku – fram til á midnátt 7. mai 2006.

100 Motorsúkklur í Klaksvík
Fyrireikararnir eru vitandi um, at tilsamans eini 100 motorsúkklur koma á vitjan í Klaksvík leygardagin  skipaðar í hópi: 20 frá Klaksvík og eini 80 hinumegin fjørðin. Hesar verða allar at síggja vestanfyri Tekniska Skúla kl. 16.30  17.30 og við ferjuleguna kl. 17.30 og nakað fram.

Heimsins størsta og kanska einasta tunnilskaka kl. 15.30
Fleiri hundrað kilo av heimsins bestu góðsku av marcipani frá m.ø. Odense Marcipanfabrik eru við til at gera heimsins størstu tunilskaku, sum er meir enn 20 metrar til longdar. Góðskuna kann bert tú avgera saman við einum kaffikoppi, sum verða at fáa í Klingrugarðinum, har hópin av ymiskum áhugaverdum tiltøkum verða.
Eisini bjóða fyritøkurnar í økinum innum til eitt prát og ein drekkamunn.

2006 ballónir til himmals  kl. 16.00
Eitt serligt tiltak verður í Klingrugarðinum, har børn og ung sleppa 2006 ballónum til himmals. Børnini fáa eina ballón at sleppa upp í Luftina samstundis við hundraðtals øðrum.
Tó fáa børnini eisini eina ballón heim við!!

Vælkomin!
Sí annars meira um skránna á
http://www.klaksvik.fo