Fyrrverandi liðfelagi hjá Jonas Flindt Rasmussen sigur, at KÍ hevur gjørt eitt gott “keyp” við danska verjuleikaranum.
Fyrrverandi liðfelagi hjá Jonas Flindt Rasmussen sigur, at KÍ hevur gjørt eitt gott “keyp” við danska verjuleikaranum.
Norðlýsið skrivaði fyrr í kvøld, at avtala er komin undir land millum KÍ og danska verjuleikaran Jonas Flindt Rasmussen. Jonas spældi í 2011 og 2012 við B36, og tí hava vit vent okkum til ein av hansara fyrrverandi liðfeløgum fyri at fáa upplýsingar um, hvat tað er fyri leikari, sum KÍ fær.
Fær nógv rós
Símun Joensen hevur seinastu árini spælt á vinstra bakki hjá B36. Hann spældi tí undir liðuni á Jonas Flindt Rasmussen bæði í 2011 og 2012. Vit spyrja Símun um, hvat tað er fyri leikari, sum KÍ fær í danska miðverjanum.
– Hetta er ein stýrimaður í verjuni. Ein sera sterkur leikari, sum tosar og rópar nógv. Og sjálvt um hann er stórur, so er hann góður við bóltinum. T.d. brúktu vit hann nógv til at spæla upp ígjøgnum mitt eftir vøllinum við m.a. neyvum sendingum til Lukasz Cieslewicz. Hann er ikki stuttligur at koma í nærdyst við, tí hann er so sterkur. Hann dugir væl at krøkja bóltin til sín og so skallar hann hart og neyvt. Uttanfyri vøllin vil eg kanska lýsa hann sum ein fittan bygdamann. Hann er glaður og lættur at hava við at gera og er góður við felagið, sigur Símun Joensen við einum smíli.
– Hann er ikki av skjótastu monnum, men í B36 høvdu við Oddmar Færø, sum passaði væl saman við honum. Teir vóru eitt ótrúligt verjupar. M.a. móti Linfield í Champions League, so ruddaðu teir alt burtur og gjørdu, at Linfield einki mál fekk. Venjariin hevur uppgávu at fáa hann í form. Men sum aðrir leikarar, so hevur hann brúk fyri tíð. Klaksvíkingar skulu ikki vænta tað heilt fantastiska tær fyrstu vikurnar, men tá kappingin byrjar, so vænti eg hann er klárur. Og tá verður hann ein veruliga fongur fyri KÍ, sjálvt um eg veit, at leikarar uttanfyri Klaksvík ikki altíð hava tað so lætt í Klaksvík.
KÍ kann mynda toppin
Símun heldur, at KÍ við styrkinum av Ndende og Jonas hevur sent eitt greitt signal út.
– Hetta eru “keyp”, sum vilja nakað og eitt orduligt signal at senda út hjá KÍ. Vit tosa um tveir leikarar, sum á hvør sínum plássi er millum teir allar bestu á sínum plássum í føroysku kappingini. Tak t.d. deyðbóltarnar, so er Jonas “hamrandi” sterkur á tí økinum. Fær hann loyvið at skalla, so er mál. Tað merkir so, at tann besti leikarin í luftini á mótstøðuliðinum má taka sær av honum, og tað gevur betri pláss til leikarar sum Ndende, Páll og Atla. Nú skulu leikararnir hjá KÍ bara skrúva høvdið rætt uppá, so kann KÍ spæla við í oddatríðnum komandi ár. Liðið skal ikki lata 2 mál ella meir inn hvønn dyst og við Jonas hava teir fingið ein leikara inn, ið veit hvat krevst. Í hinum endanum verður neyvan nakar trupulleiki, tí KÍ skorar altið nógv mál, sigur Símun Joensen at enda við nordlysid.fo.




