Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein strúkur í vindi í kvøld

Hanus Kjølbro, Sjónám

Í løtuni (klokkan trýkorter til seks) er strúkur í vindi til hvassan vind, 12 til 16 m/s, úr útsynningi. Tað er køld luft úr Norðureysturgrønlandi, sum streymar hendaveg. Ælingar við kava eru, og hitin í Føroyum er í miðal 2 stig.

Lágtrýstið yvir Íslandi flytur seg eystureftir, og verður ein lítil broyting í veðrinum. Seinni í kvøld fer ættin upp í vestan, og vindurin fer at minka niður í eitt stívt andøvsgul, 8 til 12 m/s. Helst verður tað eitt lítið sindur kaldari enn nú, men ælingarnir, við hava merkt í allan dag, fara at halda fram.