Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein summardagur á Hattarvík

Oliver Joensen

Vit hugnaðu okkum í hoyna í Hattarvík og vóru eisini við stongini á Múlabakka, men lunda fingu vit ongan.

Leygarmorgunin 25. juli vóru vit nøkur, ið leitaðu okkum til Hvannasundar at náa Másan til Fugloyar kl. 08.45.

Hetta var ein sannur summardagur og vit fingu ein siglitúr sum bert kann upplivast har. Másin, siglir nú sínar seinastu túrar, skipið er bygt í 1959 og er als ikki tíðarhóskandi til rutusambandið her, um stutta tíð fær skipið sín avloysara.

Endamálið við ferðini hjá okkum var, at rætta bóndanum í Uppistovugarðinum í Hattarvík eina hjálpandi hond.

Gamli Símun Gullaksen býr einsamallur á garðinum allan veturin. Orsakað av at heilsan fór at bila, gav hann festið yvir til sonin, Gullak Gullaksen fyri árum síðani, men Gullak hevur avgjørt at lata sonin Símun festa og hóast alt ikki er greitt enn, so er tað Símun Gullaksen, ið er bóndi nú.

Sum sagt, var veðrið av tí allarbesta. Fyrst legði Másin at við Eiðið á Svínoynni, hagani gekk leiðin til Kirkjar og til seinast kundu vit lenda í Hattarvík.

Terrin var av tí allarbesta, so longu um trýtíðina var lagt á at fáa hoyggið inn. So væl gekst í hond, at tá klokkan nærkaðist átta á kvøldi var alt sum turt var fingið til høldar.

Eg og Ásmundur bróðir fóru ein túr út á Múlabakkan við stongini, men vit bóru ongantíð upp. Bert nakrir heilt fáir lundar eru fingnir á Fugloynni í ár og sagt varð okkum, at ongin verulig roynd hevur verið heldur.

Gellingará rennur tætt framvið bóndahúsunum, og lundapisurnar úr urunum í Uppistovuhaganum plaga hesa tíðina at koma oman eftir ánni. "Gamli" Símun plágar at merkja tær pisur hann fær hendur á í ánni, men higartil í ár hava teir onga pisu sæð, tær plaga at koma oman eftir ánni um 27. juli, so ikki so nógv er fráliðið enn.

Uppistovugarðurin ber 128 áseyðir og er 7½ mørk til støddar.

Nú ongin kúgv er á garðinum, og heldur ongin á Fugloynni, verður bert hoyggjað til seyðin.

Vit, gestirnir, fóru inn aftur við Másanum sunnudagin, tey ið eftir vóru fóru tá undir tað sum ikki hevði verið turt dagin fyri og fingu alt tað inn.

Bóndin á Uppistovugarðinum var tí liðugur at hoyggja sunnudagin.

Harleywoodpaint