Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein svartur dagur í Gundadali

John William Joensen

Unga KÍ liðið møtti einum HB liði í super formi.

Útgangstøðið til dystin var sum øll kundu gita sera verjukent. Men tað vísir seg júst at verða tað sum passar HB best – nevniliga gott pláss at renna og spæla á.

Tað er kanska bláoygt at siga at KÍ átti heldur at lagt trýst á HB frá byrjan – eins og gjørt var móti EB/STR – men tað vísir seg frá øðrum dystum, sum vit hava spælt í Gundadali – at einasta medisini, sum býtur á HB er at fara fram og leggja trýst.

Av tí at KÍ lá so langt afturi á vøllinum var tað HB, sum soatsiga uttan íhald í 90 minnuttir stóð fyri øllum í Gundadali.

Men fyrstu 20 minuttirnar hevði HB sera fáar málmøguleikar og tá KÍ so í einum mótálopi fær bortsspark – liggur sensatiónin í luftini.

Liðskiparin Heðin á Lakjuni skjiýtur hart og flætt men Símun Rógvi Hansen í HB málinum stórbjargar. (Kí brent seinastu tvey brotssparkini)

Í 41. minutti skorðar Hans á Lag og beint fyri hálvleik í 43. minutti skorðar Andrew á Fløtum til hálvleiksstøðuna 2-0.

Í hálvleikinum fer Heðin á Lakjuni av vøllinum við skaða Kristoffur Jakobsen verður settur inn í álopið.

Í 49. minutti skorðar Páll M. Joensen til 3-0.

Kristoffur Jakobsen slítur seg leysan frá verjuni og sneiðir málverjan av í 68. minutti og reduserar til 1-3. Í 68. minutti skorðar stórleikandi Andrew á Fløtum til 4-1 og í 84. minuttir smekkar Sørmund Kalsø bóltin í netið til endaligu støðuna 4-2.

Samanumtikið mugu vit viðganga at HB var mundandi sterkari enn KÍ – men so er spurningurin hvønn veg dysturin hevði farið um vit skoraðu uppá brotssparkið og kanska fóru til hálvleiks við eini 1-0 leiðslu.

Tann spurningin fáa vit ongantíð svara, men komandi dystur er móti NSÍ í Klaksvík og tá er kravið til KÍ trý stig.

Fitt av Klaksvíkingum høvdu leitað sær til Havnar at stuðla KÍ og eftir dystin vóru tað jú sum verða mann nógvar meiningar.

Undan dystinum móti EB/STR skrivaði fyrrverandi KÍ leikarin og nú hjálparvenjari í 2.deild og unglingunum Jógvan Andreas Joensen í kjaktorgið og sømuligt er at enda hesa frásøgn við positivum kritikki frá einum góðum KÍ viðhaldsmanni:

Eitt hjartasuff (Hetta skrivaði eg í gjárkvøldið undan dystinum ímóti EB/Streymur).

Í ár havi eg hugt eftir flestu Vodafon-dystunum hjá KÍ.

Eg havi sæð at liðið hevur eldri og ungar leikarar, sum standa seg væl mann móti manni. Fleiri leikarar hjá KÍ hava í fleiri førum víst dygdir, sum vit sum áskoðarar kunnu fegnast um. Eg havi sæð fleiri góð leikaraavrik.

Dávid í deyðbóltstøðum
Men eg havi eisini sæð deyðbóltstøður, sum eg ikki skilji:
1. Tá KÍ hevur fríspark í álopsøkinum standa 4 manns á linju í verjuni, meðan mótstøðuliðið hevur ein álopsleikara! Har aftur at eru aðrir 1-3 mans staddir í økið har teir als ikki eru nøkur hóttan hjá verjuna – teir flestu eru staddir nær við bóltin!
2. Tá vit hava hornaspark standað í flestu førum 3-4 av okkara monnum á linju í verjuni meðan mótstøðuliðið hevur ein álopsleikara! Tvs. at KÍ er undirmanna í deyðbóltstøðum? Í Fuglafirði hevði KÍ ein mann meir allan seinra hálvleik. Í fleiri førum vóru 4 KÍ’arar móti 9 ÍF’arum. Úrslitið kenna vit.

Eg meini hetta er at undirmeta leikarar, sum eru í verjuni og yvirmeta leikarar sum eru í álopinum?
Tess fleri álopsleikarar eru tess størri er hóttanin móti verjuni. Tess fleiri verjuleikarar eru tess sterkari eru vit í verjuni.
Eg heiti á venjarnar at umhugsa hesa støðu.

Avrik hjá viðhaldsfólkinum
Hvør dystur hevur sítt egna lív, er vanligt at siga í fótbólti.
Tað sum er felags fyri venjara, leikara og áskoðara er, at meðan dystur verður leiktur, veit ongin, hvat fer at henda og hvat úrslitið verður.
Áðrenn dystur byrjar hevur hvørt liðið eitt útgangstøði og eina ætlan. Hvør leikari hevur uppgávur sum eru í tráð við hesa ætlan. Venjarin og leikarar vita okkurt meðan áskoðarin kann gita okkurt. Men áskoðarin veit ikki hvørjar ætlanir venjarin hevur lagt fyri dagin.
Spurningurin er so: Hvat útgangsstøði og hvørja ætlan áskoðarin hevur undan dystinum, ella um ein vil, hvørjum “brillum” hyggur áskoðarin við?

Loyalir áskoðarar
Loyalir áskoðarar hyggja við brillum, sum stuðla ætlanunum, sum venjarin hevur lagt fyri dagin! Tað royni eg at gera, men her kom eitt hjartasuff!

PS. Dysturin í móti EB/Streymur prógvar enn einaferð at við deyðbóltstøður velur KÍ at vera Dávid.