Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein svartur dagur

John William Joensen

Tá tíðindini bórust í morgun um at norski stórreiðarin hevði avgjørt at gevast við “Nærberg verkætlanini” kom tað sum ein hvøkkur fyri meg eins og tað óivað eisini hevur verið fyri manningina og tey mongu, sum á ymiskan hátt hava havt við verkætlanina at gera.

Tá Atlantic Navigator kom til landið var tað fyrst og fremst við vælvild hjá mongum ikki minst frá Klaksvíkar Býráð, sum legði seg í seðlarnar fyri at fáa Djúphavnina í Ánunum klára til at taka ímóti einum av heimsins størstu trolarum. Og sjálvandi stóð alt klárt tá Navigator kom til Føroyar. 

Sum politiskt lokalfelag hjá Sambandsflokkinum í norðoyggjum royndu vit eisini at gera okkara til at “Næraberg verkætlanin” fekk so jaliga viðgerð sum møguligt í fiskimálaráðnum. 

Vit vóru tí eisini millum tey mongu, sum frøddust um at landsstýrismaðurin, hóast haðra mótstøðu frá politikarum og reiðarum, avgjørdi at loyva Navigator at koma inn fyri Næraberg. 



Undrist

Hóast vit vóru vitandi um konfliktir millum normennirnar og føroyingarnar bæði á landið og umborð á skipinum, so má eg viðganga, at eg ikki hevði roknað við, at føroyska reiðararíðið onga ávirkan hevði tá alt kom til alt. 



Serliga tá hugsað verður um, at norski stórreiðarin hevur brúkt fiskiloyvi sum føroyska felagið eigur. 



Tað er hugstoytt, at eg í dag frá álítandi keldum havið fingið at vita, at felagið, sum á papírinum eigur Navigator (JFK og Norðoyagrunnurin 67% og Aker BioMarine 33%) er eitt innantómt felag, sum ongan avgerðarrætt hevur. 



Føroysku og norsku eigararnir hava undirskrivað ein partaeigarasáttmála, sum tryggjar, at allar avgerðir verða tiknar av norska stórreiðaranum – hóast føroyingar á papírinum eiga meirilutan í felagnum. 



Tí vóru nevndarlimirnir í felagnum ikki kunnaðir fyrr enn í gjár um avgerðina, sum norski stórreiðarin hevði tikið. Grundgevingin var at norski reiðarin sá størri møguleikar á øðrum leiðum enn við Føroyar. Nevndarlimirnir vóru bara kunnaðir um avgerðina. 



Tað undrar tí eisini, at stjórin í JFK sigur í fjølmiðlum, at føroyska felagið fer at selja skipið til norska reiðaran – tí tað er neyvan nakar, sum vantar at føroyska felagið, sum norski stórreiðarin hevur fult ræði á, fær eina krónu burtur úr hesi søluni. 



Føroyska felagið, sum á papírinum eigur Atlantic Navigator, hevur eisini ár um ár havt hall og tað er sjón fyri søgn at lokalsamfelagið eisini hevur stuðla undir verkætlaninan, tí m.a. setti norðoyagrunnurin pening í.



Sum formaður í Norðoya Sambandsfelag havi eg í øllum roynt at stuðla Hanus Hansen, tí verkætlanin gav arbeiði til fleiri enn 200 fólk, umframt at skipið var at líknað við eitt skúlaskip, har ungdómar úr øllum landinum fingu møguleikan, at vinna sær pening og royndir á sjónum. 



Men tað sum eg ikki visti var at Hanus bert var ein norskur talsmaður, sum onga ávirkan hevði á verkætlanina tá avgerðir vóru tiknar. 



Manningin eru hetjur 

Eg vil senda eina heilsan til manningina umborð á Navigator, sum so trúliga hava virka og ment eina heilt serliga verkætlan, sum eftir øllum at døma bara skal avlívast tí at útlendski stórkapitalurin sær sær betri inntøkumøguleikar aðrastaðni. 



Eg trúgvi at vit øll – ikki minst politikararnir – hava fingið ein lærupening í hvussu týndingarmikið tað er, at vit Føroyingar ikki missa ræðið á føroysku fiskivinnuni til útlendskan stórkaptialin. 



Vit hava bert fiskin á at líta, men fyri útlendska stórkapitalin er fiskivinnan bara ein partur av virkseminum. 



Nú eg sitið í døpurhuga og skrivið er tað ikki sørt at eg hugsi tankan – at tað kanska hevði verið best um verkætlanin við Nærabergi og Navigator ongantíð sá dagsins ljós. 



Serstakliga hugstoytt er eisini at landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, av tær Hanusi verður gjørdur til banditt í hesum projektinum.



Tað eg veit hevur Bjørn gjørt eitt stórt politiskt arbeiði fyri at verkætlanin í heila tikið kundi fara í gongd.



Í hvussu so er mugu tað sita mong kring landið, sum drýpa høvur og spyrja – er tað rætt at útlendingar avgerða hvussu føroyska fiskiríkiðdømið verður umsitið? 







At enda – takk til manningina á Nærabergi og tykkum øll sum hava havt tykkara dagliga arbeíði í hesu heilt serligu verkætlan í føroysku fiskivinnusøguni. 







John William Joensen 



Formaður í Norðoya Sambandsfelag 







PS: Í hesum føri má eg gera greitt nevndin í Norðoya Sambandsfelag ikki hevur lut í hesum orðum.