Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein svínoyartúrur

Oliver Joensen

Dýra Biðidag var av allar fagrasta veðri, og gjørdu vit báðir Jørgen Ellingsgaard av at fara ein túr av Vágni og til Svínoyar.

Leiðin gekk um Klakkin, suður við Føgrulíð, Ritugjógv, Borðoyarlíð, Borðoyarnesi og síðani tvørtur við Víkini á Skálanes, um Syðratanga, Skorðina og Norðatanga, inn á Barm, har vit dvølgdu við Herjaskorðagjógv og hugdu eina løtu ímeðan menn vóru á fjalli í Barmi. Síðani norður undir Lishøvda og hagani yvir á Heltnina á Svínoynni og á Svínoyarvík.
Nakrar myndir tóku vit av bygdini, áðrenn vit aftur tóku leiðina til Klaksvíkar.
Sera nógvur fuglur var at síggja og serliga var nógvur svartfuglur við Svínoynna. Harafturat var ein løgin kópur at síggja. Fyri okkum sá í fyrstu atløgu út, sum hann hevði eitt band um hálsin, men uttan at siga tað við vissu, so líktist hetta tó meira eini reim, sum hann hevði um hálsin. Kópurin sá annars út til at hava tað gott.
Myndirnar liggja ikki í rættari røð, so tey sum hava hug, kunnu stuttleika sær við at finna útav hvar tær eru tiknar.