Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein tænastufyritøka gerst meira sjónlig: FærøCon – nú í Nólsoyarpálsgøtu

John William Joensen

Fyritøkan hevur nú leigað sær skrivstovuhøli við Nólsoyarpálsgøtu, beint yvir av Alfa Bókahandli.

Tað eru nú nøkur ár, síðan Odd Færø stovnaði fyritøkuna “FærøCon”, hvørs høvuðsvirksemi er at veita hjálp og ráðgeva virkjum og fyritøkum innan teldur, forrit og fíggjarstýringsskipanir. Fyritøkan hevur nú leigað sær skrivstovuhøli við Nólsoyarpálsgøtu, beint yvir av Alfa Bókahandli.
Tað eru ikki eru stórt meiri enn tvey áratíggju síðan, at tær fyrstu teldurnar byrjaðu at seta dám á føroyska vinnulívið, og kortini er sera nógv broytt á hesum øki – ferðin er nógv, og hon tykist ikki at minka.
Tørvur er tí á ráðgeving á hesum øki, og tað er júst hetta, sum FærøCon hevur lagt seg eftir.
Neyvan man tað heldur vera sjáldan, at tørvur er á hjálp og ráðgeving, tí bara her í lokaløkinum eru fleiri fyritøkur, ið bjóða seg fram sum veitarar av ymiskum tólum og tænastum innan edv- og kt-økið.