Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein tænastufyritøka í stórari menning

John William Joensen

Tað er bert gott eitt ár síðani at Karl Birgir Isaksen fór ígongd við egna tænastufyritøku og longu nú hava trý fólk fast starv á fyritøkuni.

Karl Birgir Isaksen, stjóri sigur, at hann byrjaði við at selja amboð og maskinur til byggivinnuna. Síðani varð byrjað við at veita tænastur til skip og virkir á øllum økjum.
Stutt eftir at virkið var byrjað, fekk fyritøkan umboð upp á Castrol oljur og oljuúrdráttir og hevur neyvt samband við Castrol í Noregi.
I dag hevur felagið stóran umsetning av smyrjoljum og tíðlíkum til skip.
Frá byrjanini av hevur virkið eisini leiga maskinur út, so sum lyftir, gravimaskinur og onnur stór amboð. Hetta virksemið hevur gingið so mikið væl, at ætlanir eru um at víðka um hesa tænastu.
Tá talan er um tænastur til skip, verður eisini veitt tænastu til føroysk skip, ið eru uttanlanda, so sum at útvega olju og vørur í útlendskum havnum. Eisini veita vit tænastur til útlendsk skip, sum koma til Føroyar og hava ymiskar veitanartænastur fyri neyðini.
KBI heldur til í tveimum leigaðum hølum. Annað hølið er í gamla bygninginum hjá Eystlaks á vestara kaiøki og hitt hølið er í gamla "Dávavirkinum" beint við síðuna av, har KBI leigar kjallaran til oljugoymslu og annað.
Karl Birgir Isaksen, stjóri sigur, at teir hava framtíðarætlanir um at fara at byggja ein virkisbygning á ídnaðarøkinum við Borðoyarvík. Vit hava fingið tillutað eitt grundstykki á ídnaðarøkinum og fara undir bygging so skjótt sum viðurskiftini á ídnaðarøkinum eru fingin upp á pláss, so í løtuni kann sigast at vit bíða eftir kommununi tá talan er um at byggja egnan virkisbygning.