Nær er tað vorið eitt mál fyri kristin at stríðast ímóti ávísum samfelagsbólkum, ávísari lóggávu? Vit kunnu verða ósamd politiskt, men hvar í nýggjatestamenti stendur nakað um hvussu stjórnir og parlament skulu lóggeva? Fólki royndi eisini at gera Jesus til konga, eina politiska, versliga makt, men hann rýmdi undan teimum og flýddi í einsemi.
Nær er tað vorið eitt mál fyri kristin at stríðast ímóti ávísum samfelagsbólkum, ávísari lóggávu? Vit kunnu verða ósamd politiskt, men hvar í nýggjatestamenti stendur nakað um hvussu stjórnir og parlament skulu lóggeva? Fólki royndi eisini at gera Jesus til konga, eina politiska, versliga makt, men hann rýmdi undan teimum og flýddi í einsemi.
Politikarar hava ymiskar hugsjónir um broytingarnar í hjúnabandslógini og tað hava teir fullan rætt til, men at prædikumenn gera hetta til eitt mál fyri trúnna og nakað sum vit skulu døma um, eri eg sera keddur um og dugi ikki at síggja nakað grundarlag fyri í skriftunum. Tað er Harrin sjálvur sum er dómari: ….Øll fólkasløgini skulu savnast framman fyri Hann; og Hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðin frá bukkunum………. – Hetta verður og er als ikki partur av arbeiðssetninginum hjá einum trúgvandi!!!
Latið nú verða við at blandað alt uppí eina súpan sum eingin fær gott av at eta og sum als ikki er gjørd eftir ráðføring og uppskrift úr skriftunum!!!
Hava Tjóðveldi og Javnaðarfólk ikki enn fata at tað eru hesi, sum nú hava valdi í samfelagnum og tískil hava SKYLDU til at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum! At síggja hvussu tigandi og afturhaldin hesi fólkini eru vorðin og ikki taka orðið tá uppboðssølan, broytingar í hjúnarbandslógini og onnur mál eru til viðgerar er ræðandi at uppliva. Vit hava fingið eitt stýri sum kjakast í loyndum við vælsignilsi frá sínum atkvøðuneytum í løgtinginum!
Hvussu kunnu hesi bara ignorera eitt ynski um fólkaatkvøðu og umbøn um at fáa ávíst mál til viðgerar eftir at heili 16 tingfólk ynsktu hetta, uttan at grundgeva yvirhøvur? Hvar er fólkaræðið????
Lóggávan sum nú er samtykt ferð at geva kirkjuni ein trupulleika. Ikki tí kirkjan er eitt hús fyri kristin og kristin boðan, men tí at hon er ein almennur stovnur. Tey sum hava pástaðið at lógin ikki ávirkar fólkakirkjuna hava tosað móti betri vitan. Tey hava sagt ósatt fyri veljarunum.




