Boða politinum frá tá kríatúr verða yvirkoyrd!
– Hundarnir hjá mær, mamman, pápin og hvølpurin vóru farin ein túr oman millum húsini hjá Kristin á Kósini og vóru á veg tvørtur um vegin við Com-Data.
– Bilførari leggur ikki merki til hvølpin fyrr enn hann sá í eyguni á hundinum. Tá var ov seint og mannan slapp sær til rímingar beinan vegin.
– Familjan sum var í bilinum fekk ein skelk. Jólini vóru oyðiløgd hjá teimum, men tey boðaðu tó frá beinan vegin hjá politinum.
– Eg vil sum eigari av hundinum takka tykkum at tit boðaðu frá og søgdu hvør tað var.
– Hetta skulu tit ikki hugsað meira um, tí hetta er hent og vit mugu liva víðari.
– Síðan vil eg heita á øll, sum eru djóravinir og koyra í ferðsluni, um at boða politinum frá tá tit koyra kríatúr yvir. Tí hetta førir onga straff við sær, men tað er gott fyri okkum sum varða av og sum líða sváran miss.
Ansvein.




