Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein tøkk til Karsten Hansen!

John William Joensen

valevni hjá Tjóðveldinum vísti sítt hatur til ørðvísi hugsandi skrivar formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana

Eftir hólmgongusendingina, ið var send í útvarpinum fríggjakvøldið, har Karsten Hansen fyri Miðflokkin og Sjúrður Skaale fyri Tjóðveldi tóku lut, fari eg, Miðfloksins vegna, at takka tær Karsten, at tú ikki fór niður í runudíkið til Sjúrð.

At Sjúrður slapp at vísa okkum innastu hugsanir sínar, og sítt hatur móti teimum, ið loyva sær at hugsa ørðvísi enn hann, var skakandi, men neyðugt. Gott at tú, tóat freistingin at fara niður á sama støði at svara aftur man hava verið stór, ikki gav eftir.

Takk fyri at tú dugdi tað, hann ikki dugdi- at stýra sær.

Sjálvur havi eg áður kontakta Sjúrð, gjørt hann varugan við feilcitatir, og við skeivleikan í at endurgeva smábrot, sum hann tekur úr størri samanhangum. Havi eisini roynt at greitt honum frá tí ódámliga í at gera niðurstøður út frá citatum frá øðrum- og so látast, sum hesar niðurstøður eru frambornar av persóninum sjálvum. Og hann hevur givið mær rætt, biðið um umbering- men heldur síðani á í sama spori.

Slíkt kanst tú neyvan verja teg ímóti, men bert vóna, at hann vaknar og sær vandan, áðrenn hann renur seg í óføri.

Enn einaferð- takk fyri Karsten!


Miðfloksins vegna

Jenis av Rana, floksformaður