Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein tryggari Netbanki við NemID

Tíðindaskriv

Í summar verður trygdin í føroyska Netbankanum uppstigað, tá peningastovnarnir taka NemID í nýtslu. Endamálið er, at gera tað enn truplari hjá teldusníkum at treingja seg inn í Netbankan hjá føroyskum brúkarum.

NemID er ein 2-faktor trygdarloysn, skilt á tann hátt, at ikki einans skal kundin vita sítt brúkaranavn og loyniorð, men eisini skal hann hava eitt lyklakort við hendi, tá fíggjarligu viðurskiftini skulu avgreiðast í Netbankanum. Við hesum er kundin ikki tengdur at eini ávísari teldu, har lyklafílan liggur goymd, men kann nýta sín netbanka á øllum teldum. 

Talan er um eina viðurkenda trygdarloysn, sum er brúkaravinarlig, løtt at nýta hjá øllum aldursbólkum og er frammanundan roynd í verki við góðum úrslitum. Hetta merkir samstundis, at núverandi trygdarloysn verður støðga eina tíð eftir, at NemID er sett í verk. Netbankabrúkararnir verða væl kunnaðir og fáa neyðuga hjálp frá peningastovnunum. Peningastovnarnir miða ímóti, at fáa allar brúkarar yvir á NemID áðrenn summari er av. 

Við hesum fylgja føroysku peningastovnarnir leiðbeiningunum frá danska Finansrådet um tryggleika í netbankaskipanum. Trygdin er uttan iva týdningarmesti faktorurin tá um ræður sjálvavgreiðslu á alnótini, og sjálvandi skulu føroysku peningastovnarnir eisini liva upp til ein høgan altjóða trygdarstandard á hesum øki.

Felagið Peningastovnar

Harleywoodpaint