Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein tunnil fyri øll – eisini fyri framtakssama fólkið á Viðareiði

Danial Viðoy

Nú er síðsta skot latið av í sambandi við Viðareiðistunnilin. MYNDIR.

Nú er síðsta skot latið av í sambandi við Viðareiðistunnilin.

Tað var væl av fólki komið saman inni í Dølum, nú síðsta skot skuldi latast av. Elinborg Thomasen, kona fyrrverandi festaran inni í Dølum og mamma núverandi, lat tað síðsta skotið av.

Áðrenn hon slapp fram at knappinum, søgdu Jørgen Niclasen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir nøkur orð.

Jørgen vísti á nógv av tí góða, sum hendir í Viðareiðisbygd. Skattainntøkur eksplodera, útbyggingar fyri fleiri milliónir, burðartalið er sera gott og framtakssama lyndið hjá viðingum gera, at tað altíð er hugaligt at koma norður til Viðareiðis.

Elsebeth legði í síni røðu m.a. doyin á, at tunnilin er til gagns fyri allar føroyingar. At hesin tunnilin eisini kemur at gagna ferðavinnuni, sum blomstrar á Viðareiði. Eisini dámdi henni væl framtakssama lyndið viðinganna og rósti hon nýggjastu verkætlanini, sum er at gera eina hugnaliga lund.

Umframt hetta, rósti Elsebeth partamanni sínum og Fíggjarmálaráðharra fyri gott politisk avrik í sambandi við Viðareiðistunnilin.

Nógv góð orð. Vit lata myndirnar tala fyri seg:

Harleywoodpaint