Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein tunnil undir Lorvíksfjørð vóru tað ikki øll sum roknaðu við í 1964

John William Joensen

Í 1964 hevur sjálvandi nógv kjak verið um tunnlar, tí longu í 1967 lótu tunnlarnir norður um fjall upp.

Blaðstjórin á Norðlýsinum tá, hevur helst hildið at ov nógv hevur verið tosað um tunnlar og tí skrivar hann hetta
lesarabrævið, sum hevur eina sera áhugaverda byrjan.
Trupulleikin tá hevur helst verið at ongin verðulig tannlæknaskipan hevur verið, ella í hvussu so er hevur hon virka ov illa eftir blaðstjórans skriving at døma:

"Stór hol og SMÁ
Tað er ikki eiti á holum ella tunnellum, sum nú verða lovað norðingum av tingmonnum teirra; hvørt fjall her norðanfyri skal gjøgnumgatast uppá tvørs og langs. Men ikki nokk við tí; streymharðir firðir skulu líka lítið sum fjøll fáa loyvi at skilja okkum longur. Gjøgnum stór hol djúpt undir havbotninum skulu vit eisini spáka ella bila úr oyggj í oyggj rætt sum okkum lystir, til vit enda á einum flogvølli, parkera bilin, leypa upp í ein jetlainara og flúgva út í stóru verð.
Tað var ein ella annar bersøgin knokkur, sum sat og slotaði eftir hesum ljósareyðu luftkastellum hjá tingmonnum um øll holini í Norðoyggjum, ið tá helt fyri, at teir heldur skuldu hugsað um at fingið fylt uppí øll holini her norðanfyri enn at gjørt fleiri. Her hava teir báðir feðgarnir Karius og Baktus ótolmaðir sloppið at gata hvørja tonn út við honum uppá tvørs og langs. Og so góðan frið hava teir fingið, at høvuðsarbeiðið hjá læknum her á leið er at trekkja út holaðar tenn. Hevði tað ikki verið hentari at fingið okkum ein tannlækna í Norðoyggjum, sum kundi fylt upp í øll hesi holini, sum dagliga pína og plága børn, ungdólk og gomul?
Men slík hent jarðbundin neyðsynjarmál interessera væl ikki teir høgu harrar; tað kann bara irritera teir í sinum rósureyðu tunneldreymum, at vera órógvaðir av nøkrum so virkuligum sum tannapínugráti og – eymkan hjá teirra egnu veljarum og børnum teirra.
Nú er tíð at koma niður á jørðina og gera nakað fyri at fáa enda á tí óskili, sum stendst av, at verandi tannlæknaskipan ikki hevur kunnað útvega okkum ein tannlækna at fylla uppí øll tey smáu holini, sum norðingar hava í tonnum sínum."

Greinin stóð í Norðlýsinum 24. januar 1964.