Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein túrur á Kalsvík

Oliver Joensen

 Hvat var nú til ráða at taka? Kópakonan er klár, Stóri Kneysi er klárur, okkurt má henda, vit kunnu ikki bara sita og lata tíðina fara. Boð vóru so eftir Jákup Jacobsen úr Klaksvík, at sigla okkum ein túr  úr Mikladali og norður á Kalsvík.

Tokan hekk um topparnar, gamaní, men veðrið á sjónum var av tí allar fagrasta, tað dreiv ikki um fliðuna. Hanus Lassen fingu vit eisini við okkum at greiða okkum frá. Vit fingu ein fínan túr. Fram við klettinum kundu vit njóta fagra litspælið í fjørðuni, omanfyri flugu fuglarnir, hóast ikki so ógvuliga nógvir, so tó, á Kalsvík var ikki heilt sørt av lomviga og í lundalondunum sóust lundar, meira enn so. Tað var ein hugalig sjón at síggja, at lívið í bjørgunum hevur hug at fjølgast.

Vit fingu ein fínan túr, njótið myndirnar og litirnar (fotoshop hevur ikki verið á teimum) – í morgin vóna vit at kunna seta Kópakonuna á Stórakneysa.

Harleyfacadeacryl