Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein týðandi varði, bygdin á Skarði

Poulina Slættanes

Meðan runustivlarnir vórðu spulaðir í morgun, fóru tankarnir við mær, um hvussu hendinga væl felagið Skarðsbygd hevði skipað minningarhaldið fyrradagin Ikki sum at siga tað at leggja til rættis, tí hetta var ein útferð, har fyrireikararnir onga hóming høvdu av, hvussu undirtøkan fór at vera. Hoyrdi onkran siga, at 200 fólkum kundi roknast við. Men tá saman um kom, var talið trífaldað. Ein útferð við 4 møguleikum, ið hevur verið ein sonn avbjóðing hjá fyriskiparunum. Ein partur valdi at ganga norður á Skarð úr Haraldsundi, annar úr Kunoy og niðan í Skarðsgjógv og upp um, triði at sigla úr Haraldsundi og hin fjórði at fara við tyrlu. Øll fyrilit vórðu tikin, tí talan var um hugaði fólk í øllum aldursbólkum, – gongufim, gongulin, døllut og kvik, aldrandi og tannáringakát. Við gongufólkunum høvdu teir í felagnum eitt vakið eyga. Kvikbeintir menn tuskaðu aftur og fram millum gil og gjáir og rættu eina hond. Eitt ótrúligt skil, teir høvdu á gonguni, ið teir so skynsamt ”geidaðu” eftir tí heldur ivingarsomu, avgomlu bygdagøtuni framvið bakkanum. Av sjónum veittraðu fólk úr flaggskrýddu bátunum til gonguriðilin ella rættari gásagongdina, ið fetaði norðureftir. Umborð á Lív og Ziska var hvør ferðandi í bjargingarvesti. Alt tók, treyðugt so, ta tíð, ið kravdist, og kortini var alt leyst og liðugt kl 14, tá sjálvt minningarhaldið skuldi byrja.

Tað var ein kenslusom løta at standa í síða grøna grasinum millum húsatoftirnar á Skarði, har merkini fyrstu løtuna vórðu vundin í hálva stong. Víði dalurin við tí ógvusliga skarðinum í fjallarøðini var fascinerandi. Litfloymurin var alfagur og myndandi og setti av. Á myndum sær skarðið huldukent út og ikki um at tala, nú mann eygleiddi tað við berum eygum. Lítandi yvirum sundið sóust Skálatoftir, ið vóru fyri líknandi lagnu sum Skarðs bygd. Tó var talan har um miss av einum manni, ið fekk so óbótaliga fylgir fyri bygdina. Í Norðoyggjum var eisini bygdin Blankskáli á vestursíðuni á Kallsoynni. Har vóru tað ikki bátsvanlukkur, ið gjørdu bart, men kavaomanlop. Jú, tankarnir fóru á rull.

Ein hentur sangfaldari við skrá fekkst í hondina. Teir gingu bara ov skjótt undan, tí tey høvdu ikki væntað so stóra undirtøku. Veðrið var á góðari leið, tá samkoman skar í at syngja sangin um smáttuna á grønu ong hjá Símun av Skarði. Røður komu so við kensluríkum innihaldi um lívstreytirnar í hesi avtoftaðu bygd. Bispur segði nøkur hóskandi orð og avdúking av symbolskari standmynd fór fram. Fløggini fóru í fulla stong, og alt gekk eftir ánni. Fjøldin tók til sín hesa serbæru løtu. Tað bar ikki annað til enn at undrast yvir Símun, stóra skaldið hjá okkum. Hvussu kundi hesin maðurin gáa um natúruna so haltur, sum hann var og skerdur ? Hvussu hevur hann borið seg at at ferðast norður í heimbygdina antin niðan av Kleivini ella til gongu ? Biltu skerdu førleikarnir einki, tá hann fór undir háskúlastarvið í brøttu brekkuni í Føgrulíð ? Eitt ótrúligt seiggi, tá man hugsar um hansara brek. Kanska áttu vit ikki sálma- og sangskaldið Símun av Skarði, um hann ikki júst var fyri óhappinum niðri á Kleivini 12 ára gamal. Hann var borin til festi, men tá hann misti annað beinið, var tað óhugsandi. Ruddiligari at fara á Læraraskúla. Hugsi um, at var hann bóndi á Skarði í 1913, var hann helst útrógvin hendan týsdagin, sum var tollaksmessudagur. Lívið er samansett av tilvild, eingin ivi um tað.

Í skrivligum keldum var 1913 skaðaár burturav. Bara í Norðoyggjum sjólótust 30 mans, tá vit rokna skonnartina Marionnu hjá húsamonnum uppí. Vánaligt várveður elvdi til fellisár í áseyðatalinum. Men hugurin at søkja sjógvin vaks alsamt. 4 reiðarí í Suðuroy keyptu 10 sluppur úr Íslandi hetta árið. Fiskavrakarar fóru at skilja fisk í stødd og dygd. Nei, teir góvust ikki so, forfedrarnir.

At Rasmus á Háskúlanum, ið var svágur Símun, eisini í síni bestu árum kannaði plantulívið norðuri á Skarði í dagavís, er ein partur av Skarðs søgu. Hóast Rasmus gekk á fjall har og hjálpti til, setti hann tíð av til plantugransking. Føroya Flora er á høgum mentunnarligum støði.

Løtan á Skarði nam eisini við stuttsøguna ”The Village without Men”. So meinlík lítlu, fjarskotnu bygdini á eystursíðuni á Kunoynni, sum er eitt høgt fjall, øll sum hon er.

Tey avvarandi av Skarðs bygd eiga stórt rós fyri viljan at halda lív í søguni um avtoftaðu bygdina. Hjartað hava tey so sanniliga við. Tað er sum um bygdin sunnanfyri, Haraldsund, ger hvat hon kann at seta forfedrunum eitt virðiligt eftirmæli. Og tað hava tey, hesi ótroyttiligu fólkini á Skarði uppiborið. Tað var ikki við teirra góða vilja at gløðurnar sortnaðu á grúgvuni á Skarði og at ein skarðsbýlingur settist niður í Haraldsundi

Góðu fyrireikarar ! Takk fyri tykkara fyrimyndarliga blíðskap og væl fyreikaða dagin. Tit kundu neyvan gjørt tað betur.

Poulina Slættanes