Tað segði Jørgen Niclasen m.a. í formansrøðu síni í gjár. – Vit vita ikki, hvat samgongan er samd um, og landsstýrismaðurin hevur ikki flutt seg ein millimetur móti nøkrum andstøðuflokki.
Tað segði Jørgen Niclasen m.a. í formansrøðu síni í gjár.
Á heimasíðu Kringvarpsins stendur skrivað, at: – Vit vita ikki, hvat samgongan er samd um, og landsstýrismaðurin hevur ikki flutt seg ein millimetur, segði Jørgen Niclasen á landsfundinum í gjár.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ikki flutt seg ein millimetur nærri nøkrum andstøðuflokki. Tað segði Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, á landsfundi floksins í gjár.
– Fiskivinnunýskipanin tykist sum ein keipuleikur. Vit hava verið á nógvum fundum. Teir flestu, har embætisfólk hava útlagt tekstin hjá nýskipanarnevndini. Landsstýrimaðurin er sera væl nøgdur við hvønn fund, men einki er hent, segði Jørgen Niclasen.
– Vit vita ikki, hvat samgongan er samd um, og landsstýrismaðurin hevur ikki flutt seg ein millimetur móti nøkrum andstøðuflokki.
Kringvarpið skrivar, at fyri fólkafloksformannin er altavgerandi, at arbeiðsplássini hjá okkara fiskimonnum øll skulu seljast á uppboðssølu, segði Jørgen Niclasen, sum samanbar formenninir í samgonguflokkunum við teir í skaldsøguna Feðgar á ferð. Jørgen Niclasen segði, at ein fiskivinnunýskipan má geva vinnuni tryggar karmar.
– Ein uppboðssøla er at selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin. Hon drenar vinnuna og steðgar nýíløgum og konsolidering. Vit verða afturúrsigld.
– Okkara áheitan er, segði Jørgen Niclasen, at skipa fiskivinnuna í einari loyvisskipan við einum áramáli, eins og alivinnan.
– Løgmaður hevur fegnast um alivinnuna og átti tí at kunnað gjørt semju við Fólkaflokkin um líknandi skipan fyri fiskivinnuna, segði Jørgen Niclasen, sum varð afturvaldur til formann Fólkafloksins á landsfundinum í gjár. Eingin bjóðaði honum av.
Kelda: kvf.fo á http://kvf.fo/greinar/2016/11/20/fiskivinnunyskipanin-er-sum-ein-keipuleikur




