Klaksvikar sjúkrahús var ramman um mangt og hvat í dag. Longu tá tú nærkaðist sjúkrahúsinum, vóru virkin ung og vaksin kvinnur og menn í fer við heilsurenning, har runnið ella gingið var fýra kilometrar. Tá hesi komu aftur á Sjúkrahúsið, lat heilsucaféin upp við alskyns heilsugóðum mati.
Ikki minst høvdu tey í køkinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verið í kreativa horninum, tí alt var uppsett sera innbjóðandi og kreativt, sí myndirnar.
Í forhøllini vóru básar, har møguleiki var hjá teim vitjandi at kunna seg um ymiskt og at fáa vegleiðing, har bar til at gera eina konditest og máta feittvirði í kropinum. At máta virðir, sum blóðtryst puls iltmetting og annað og eisini kundi tú melda teg til sum blóðgeva.
Fyrilesturin hjá Andrasi Sólstein var sera áhugaverdur, har hann fór heilt aftur til tey spitølsku á Argjum í síni frágreiðing um Klaksvíkar Sjúkrahús.
Noomi Oddmarsdøttir Gregersen segði eisini sera fangandi og forvitnisliga frá um FarGen verkætlanina.
Alt í alt ein sera væl fyrireikaður og áhugaverdur seinnapartur á Klaksvíkar sjúkrahúsi.




