Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein uppliving at koma í Norðoya Sparikassa

John William Joensen

– Tað má eg siga, hetta líkist als ikki einum peningastovni, segði ein sera vælnøgdur eysturoyingur

Umleið 400 fólk vitjaðu inn á gólvið tá nýggja deildin hjá Norðoya Sparikassa lat upp í Saltangará hósdagin.
Sjálvur borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Hans Jacob Lamhauge, bjóði Norðoya Sparikassa vælkomnum og síðani fór ein umfatandi skrá av bakkastokkið.

Magni Husgaard spreiddi hugna við góðum tónleiki og Elisabeth á Lakjuni og Kári Sverrison framførdu sangir og løg.

Fimleikarfelagið Støkk hevði eina sera hugtakandi framførslu og síðandi vóru sponsoravtalur undirskrivaðar við Svimjisamband Føroya og Fimleikarfelagið Støkk.

Tað var ein rættulig stórhending tá stjórin í Norðoya Sparikassa, eftir at hava sett sína undirskrivt á samstarvsavtalu við fimleikarfelagið Støkk, bráddliga tók ein stóran kekk framm og handaði formanninum í fimleikarafelagnum hann.

Kekkurin var áljóðandi eina millión krónur sum Norðoya Sparikassi lat til nýggju høllina til fimleikarfelagið.
– Hetta var ein stór uppliving at síggja hvussu áhugaverd ein deild hjá peningastovni kann verða, segði ein kendur runavíkingur sum stóð undir liðini, og tað er eingin ivi um at við deildini í Runavík hevur Norðoy Sparikassi lagt fyri dagin at stovnurin gongur nýggjar leiðari.