Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein útbúgvingarbýur

John William Joensen

Skulu vit fáa ung fólk at støðast og skapa størri trivna í Klaksvík, er umráðandi, at vit betra umstøðurnar hjá teimum góðu og áhugverdu útbúgvingum vit hava her í býnum.

Stórur tørvur er á framtíðarætlanum, sum vit ikki hava sæð merkisvert av í hesi býráðssetuni.

Tað var hugaligt at hoyra Óluvu Klettskarð, nýggju landsstýriskvinnuna í Mentamálum, tosa um útbúgvingarviðurskiftini í Klaksvík og Norðoyggjum. Fari at ynskja tær, Óluva, hjartaliga tillukku við starvinum við góðum ynskjum um blíðan byr.
Seinastu 4 árini hava vit ikki hoyrt merkisvert til framtíðarætlanir hjá sitandi býráð. Tá nakað hevur verið at hoyrt frá býráðsleiðluni, hevur tað sum oftast verið viðgerð av aktuellum málum ella ymiskum, sum ER gjørt. Framtíðarætlanir hava manglað í stóran mun, og var hetta júst ein av fleiri orsøkum ið gjørdi, at eg ikki kundi halda áfram í samgonguni.
Í Klaksvík hava vit góðar og vælvirkandi skúlar sum Húsarhaldsskúlan, Vevskúlan, Handarbeiðsskúlan, Kokkaskúlan og Skiparaskúlan, sum allir tó hava tørv á betri umstøðum. Eisini kann nevnast HF-skeiðið og skúlatilboðini Trygdarmiðstøðin bjóðar. Saman við einum útbygdum og vælriknum Tekniska Skúla, kundu vit skapt eitt kraftsentur innan útbúgving og mentan í Klaksvík.

Fiskivinnan høvuðsvinnan
Vit kenna frá farnum tíðum, at í Klaksvík hava vit eina ríka siðvenju í at standa saman, tá á stendur. Hóast myrk og døpur skýggj hava rikið inn yvir okkum, so hava tað altíð verið kvinnur og menn, sum hava givið seg fult og heilt fyri at fáa samfelagið á føtur aftur. 

Hetta hevur gjørt tað liviligt hjá okkum, sum eru komin aftaná og hava notið gott av tí, tey hava lagt fyri. 

Fiskivinnan er okkara høvuðsinntøka, ikki bara her í Klaksvík, men í øllum Føroyum og hevur dagliga nógv at siga. Tað er fiskivinnan, sum fær øll onnur virki og aðrar tænastufyritøkur at spretta. Við hesum sum grundarlag, er tað umráðandi at Klaksvíkar Kommuna er við og skapir karmar fyri at fjøltátta ymisku tilboðini í býnum.

Útbúgvingar
Hóast vit liva tætt knýtt at fiskivinnuni, so eiga vit sum øki at gera tað so, at vit kunnu bjóða okkum breiðari fram og harvið fáa eitt meiri fjøltátta og breiðari samansett fólkagrundarlag. Eitt nú at fjølga um útbúgvingarmøguleikarnar. 

Havi fyrr verið frammi um, at skapa ein skúladepil eitt nú á Gerðabøi. Tað er ein stór ætlan at samansjóða hesi ymisku skúlatilboðini, sum vit longu hava at bjóða í Klaksvík. Skúlarnir eru ymiskir og virka undir ymiskum treytum, við ymiskum leiðslum og formi. 

Hóast hetta, haldi eg, at vit áttu at tikið stig til at funnið eitt felagsstev, sum kundi verið byrjan til ein skúla- og mentanardepil. Við at savna orkuna hevði "synergieffektin" gjørt, at vit høvdu fingið eitt sterkari og meiri áhugavert umhvørvi fyri næmingar og lærarar. Hetta hevði aftur gjørt, at onnur høvdu sett fokus á Klaksvík og nýtt møguleikan at virka her.
Tíðin er komin, at vit savna eldsálir innan skúlaøkið, sum saman við kommunu og landsmyndugleikum kunnu leggja eina ætlan um menning av skúlatilboðunum í Klaksvík.

Kollegie
Ein fortreyt fyri at fólk skulu flyta higar er, at vit kunnu hýsa teimum. Tað hevur verið nógv tosað um kollegiebygging í Klaksvík. Tað fer at verða eitt av krøvunum, at byggja kollegie saman við deplinum, sum kann hýsa næmingum úr øllum landinum og øðrum londum við.

Útbyggingar
Nú er hol sett á útbyggingina av fólkaskúlunum í Klaksvík. Næsta stig eigur at vera, at Klaksvíkar Kommuna viðger og hevur ætlanir við hægri skúlunum. Vit vita, at øll byrjan er hørð. Eisini vita vit, at nógv av teimum, sum virka á hesum áðurnevndu skúlum, í nógvum førum hava arbeitt "idealistiskt", og mangan kanska ikki fingið tann viðvind frá kommunu og landið tey burdu. 

Hvussu kunnu vit fáa betri karmar á hesum økinum, ja, hetta er ein uppgáva, sum skúlar, kommuna og landið mugu lyfta í felag. Hetta er ein av uppgávunum komandi býráð eigur at taka upp.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur í
Klaksvíkar Býráð