Fyri landsstýrismannin Henrik Old var tað ein stórur lætti at kunna skjóta fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin.
Fyri landsstýrismannin Henrik Old var tað ein stórur lætti at kunna skjóta fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin.
“Ein vælsignaður lætti,” sigur Henrik Old, landsstýrismaður, nú hann hevur trýst á knøttin, sum útloysti fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin.
Spurdur hvat hann hugsaði, tá skotið brast, svarar landsstýrismaðurin:
“Eg hugsaði: Nú Henrik Old, nú haldi eg at tú fært slappa eitt sindur meira av, sjálvt um ikki alt er loyst enn.”
Henrik Old sigur, at tá fyrsta skotið er farið afturum, so leggja nógvir trupulleikar seg, sum ein hevur havt at stríðast við.
“Tá arbeiðið er farið í gongd, so koyrir tað bara, so tað er ein vælsignað løta, tá fyrsta skotið er farið,” sigur hann.
Droymir um Suðuroyartunnilin
“Eg haldi at tann dagin tá tunnilin kemur upp á Sandoynni, skal eitt prosjekt viðvíkjandi Suðuroyartunlinum liggja klárt ella næstan klárt,” sigur Henrik Old. Tí heldur hann, at løgtingið longu nú eigur at játta nakrar krónur til at byrja at skjóta seismikk í Suðuroyarfirði.
“Tað hevur stóran týdning at fólk merkja, at arbeiðið er byrjað – um tað ikki er so nógv – bara tey merkja at tað er ein byrjan, so taka tey støðu út frá tí,” sigur hann.
Hugsar ikki so nógv um alment ella privat
Henrik Old sigur, at fyri honum hevur tað ikki so stóran týdning um ein tunnil er almennur ella privatur.
“Eg eri ikki so avgjørdur um tað, men í hesum førinum var eingin annar møguleiki – tað fekst eingin onnur loysn,” sigur hann. Men nú loysnin er funnin er hann væl nøgdur við hana.
“Vit hava fingið eina avtalu og eina rentu, sum er óalmindiliga góð,” sigur hann.
Einki er ókeypis
Henrik Old hevur fleiri ferðir víst á, at játtanin hjá Landsverki til viðlíkahald av vegum røkkur ikki langt, og trupulleikin gerst størri, so hvørt sum samlaða vegalongdin økist.
“Tað er umráðandi at finna eina loysn, har øll rinda eitt sindur. Hetta her við at tosa um at eingin skal rinda nakað, tað letur seg ikki gera,” sigur Henrik Old.




