Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein vakur fiskivinnubýur

Rasmus S. Biskopstø

Bergen, Berlin og Barcelona hava eitt sera týdningarmikið eyðkenni í felag. Hesir býirnir hava allir varðveitt og ment býarrúm, við serligari atdráttarmegi, soleiðis at gøtur og torg skapa eitt serligt huglag, sum fastbúgvandi borgarar njóta í gerandisdegnum og ferðafólk kring allan heimin ynskja at vitja og uppliva.

Hesir býirnir hava dugað nakað, sum eg sjálvur havi saknað í Klaksvík. At dyrka lokal byggilistarlig eyðkennir, og varðveita á ein virðiligan hátt, sum eisini gevur pláss fyri at søgulig bygningsverk, torg og gøtir verða dagførd og relevant fyri framtíðina.

Síðani 80’ini hevur verið tosað um at Klaksvíkin manglar ein veruligan miðbý, og nú er tað alt, sum bendir á, at ein skilagóð loysn byrjar at reisa seg upp úr tí annars vanlukkuligu útfyllingini á Sandinum. Men vit mugu ansa eftir, at ikki gera tað mistakið, at vit í stóra byggirúsinum gloyma aðrar vakrar og mentannarríkar bygningar og býarpartar, og lata teir fella í órøkjuskap.

Tað eru prýðiligt torg í Klaksvík, sum vit øll kunnu fegnast um. Vágstún og økið frammanfyri kunningarstovuna og bókasavnið taka seg sera væl út, hóast bæði torgini hella ímóti nógvari ferðslu. Men fleiri hugnalig pláss eiga at vera. Mitt í Víkunum ímillum hárfríðkanarstovu, kiosk, blómuhandil, verthús, pizzaria og eyðkenda bonkin, er kanska tað lívligasta og mest savnandi staðið í Klaksvík. Her ber til at skapa eit torg við veruligum miðbýardámi, um økið verður fríðkað, trø plantaði og parkering og ferðsla verður skipað á ein øðrvísi og skilabetri hátt.

Eitt annað øki, sum onkuntíð verður uppfatað sum Klaksvíkar de facto miðbýur er Nólsoyarpálsgøta við øllum sínum vinnu- og handilslívi framvið lutfalsliga langa vegnum. Tað er lætt at ímynda sær, at fleiri trø, betri umstøður til tey súkklandi, vakrari gøtuljós og tiltøk fyri at seinka bilferðsluna, høvdu lyft Nólsoyarpálsgøtu á eitt framúrskarðandi og virðiligt støði, sum víðagitna navnið á vegnum hevur uppiborið.

Og eg sleppi ikki uttanum at nevna Klaksvíksgarðin, sum hóast lítla og onga fagurfrøðiliga umsorgan, enn tann dag í dag, megnar at sýna fram upphavið til okkara søgu, ja heilt frá bóndasamfelagi til nútímans fiskivinnubý. Hetta økið hevur tað besta navnið, sum eitt torg í Klaksvík kann hava, og her finst longu søga, mentan og byggilist, sum kann geva staðnum eitt heilt serligt huglag og øllum býnum nýggja atdráttarmegi. Um ein skilagóð loysn verður funnin fyri tungu bilferðsluna, umframt snøgt umvalingararbeiði, trúgvi eg at gamla Klaksvíkin kann gerast ein sonn føroysk perla.

Góð hugskot og vakurleiki nýtist ikki at vera so kostnaðarmikið, men vil alt annað líka skapa trivnað og viðurkenning millum fastbúgvandi og vitjandi. Sum býráðsvalevni síggi eg stórar møguleikar í søgu- og mentannarríkum býlingum, almennum túnum og hugnaligum gøtum. Í øllum veðri og allar dagar á árinum eigur Klaksvík at vera ein vakur fiskivinnubýur.

Rasmus S. Biskopstø valevni fyri Tjóðveldi