Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein vakur vetrarmorgun

Oliver Joensen

 Tað er í veruleikanum ótrúligt, sum Osmundur Justinussen hevur rakt væl við forsagnum sínum um veður og fiskiskap.

Hesar forsagnir hansara mugu geva okkara frøðingum nakað at hugsa um, tí beint ímóti hóttafallsprædikum teirra um fiskiskap, so hava forsagnirnar hjá Osmundi sagt um betri fiskiskap. – Vit síggja úrslitið. Í fjør var sjálvdan at útróðrarbátarnir komu til 100 pund á stampin, og í ár er sjáldan at teir eru komnir niður á 100 pund á stampin. Sama er galdandi tá talan er um veðurforsagnir. – Her í nærumhvørvinum, er tosið millum manna í dag um, at “nú er veðrið sum tað plagdi at vera”. Spádómarnir hjá Osmundi um Elnino og um, at veðrið fór at blíva betur, tí lágtrýstini fóru ikki at koma á okkum, sum tey hava gjørt nú í mong ár hava eisini hildið. – Tað sum mundi skakað mest, nú menn løgdu fram á Torradøgunum, mundi helst vera útsøgnin hjá Boga Hansen um, at rákið í Golfstreyminum um okkara leiðir er als ikki minka. Tað hava vit hildið higartil, at hava verið ein trupulleiki.

Góðan morgun øll somul og njótið veðrið í dag og myndirnar frá í morgun: