Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein veldugur dagur

John William Joensen

Í tí Harrans árið – 1939 – vóru vit fødd – og 1946 vóru vit innskrivaði í Gamla skúlanum á Gerðareiði – ein flokkur uppá 57 børn sum skuldi fáa grundleggjandi vitan, um lívið og tað sum heimurin annars bjóðar menniskjabørnum.

Gamli Símin P Zachariassen sáli – tók væl ímóti okkum – var blíður og vinarligur – hevur yvaleyst sæð at hesi smáu vóru rødd og ókend við støðuna.
Men væl gekk – árini runnu avstað og áðrenn vit vistu av, vóru skúlaárini at enda komin, onkur næm sær millum og realprógv – og so fóru vit í ymisku herðashornini – giftust innan sum uttanlanda, og lívið gekk sína gongd.
Í 2006 tann 24. juni kl. 09.00 – komu vit so samanaftur í skúlanum – tað var hugnaligt at hittast aftur eftir 60 árum – sum hava runnið ómetaliga skjótt.
Vit stillaðu upp í skúlagarðinum – sum í gomlum døgum – og so var farið inn á gongina til morgunsagn og Andakt við Tummas Lenvig, einasta lærara okkara sum enn er á lívið.
Síðani presenteraðu vit okkum fyri hvørjum øðrum – søgdu hvar vit búðu – hvussu mong børnini vóru etc etc.
-Vit mintust skúlafelagar okkara – sum ikki vóru longur og sum alt óv tíðliga vóru tiknir burtur- Eftir hugnaligt prát í gomlu stovunum, var farið niðan í -Klingrugarð- til morgunkaffi – the – rundstykkir og annað gott.
Síðani var farið til gongu út í – Grøv- til gomlu svimjihyljarnar – har mangar góðar løtur hava veri – vit sungu nakrar sangir harúti ímeðan onkur segði søgur um -holini- í gomlu skiftingarrúmunum.
Onkur segði frá einum drongi – sum var komin út at svimja við einum -borðsvingið-. Lærarin spurdi hann hvat hann skuldi brúkað tað til – jú – hann skuldi bora sær eitt hol í veggin í umklæðingarrúminum. -tað gekk ikki tað ferðina-.
Farið var heimaftur í skúlan, og kl. 13.00 var bussur á staðnum sum kordi okkum norður um fjall, til Viðareiðis – har vit vitjaðu Hotel Norð til ein kaffimunn – og ikki at siga – prátið gekk lystiliga. Kl. 15.00 vóru vit aftur í Klaksvík – farið var til hús at hvíla seg og brynjað seg til borðhald á Klaksvíkar Sjómannsheimið kl. 18.00.
Har hittust vit so aftur – til búgvið borð av alskins góðum mati sum smakkaði sera sera væl.
Sungið – pratað og fortalt bleiv um leyst og fast – minnist tú tað ferðina osv osv – og Jensen minnist tú hann – og Kaju – tá gg kom við rotnum eggum við ungum í – á dett skil osv osv.
Ein ógloymandi dagur endaði út móti midnátt og øll fóru glað til húsa og heim -.
Broytt!! Ja í útsjónd – men ikki í sinninum – takk fyri øll somul.

Harleywoodpaint