Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein virkin og brennandi eldsál farin um sýn! 

Jógvan Skorheim

Hansara fjølbroytta talent, saman við einum ómetaliga stórum vilja, hevur verið nógvum felagsskapum og vinnulívi til stóra gleði.

Tað vóru tung boð at fáa leygardagin, at Gutti var farin úr hesum heimi. Hann var so virkin, so áhaldandi, so ágrýtin og ikki minst brennandi fyri tí, hann tókst við. 

Hóast hansara teinur her á fold var alt ov stuttur, so avrikaði Guttorm Sørensen meiri enn tey flestu. Best kenna vit Gutta frá Treysti, sum hevur notið gott av hansara eldhuga og nærlagni. Men umframt stóra arbeiðið, hann legði í Treysti seinnu árini, hevur Gutti verið virkin í nevndini í FSF, KÍ og áhugafelagnum hjá Liverpool í Føroyum. 

Hansara fjølbroytta talent, saman við einum ómetaliga stórum vilja, hevur verið nógvum felagsskapum og vinnulívi til stóra gleði. 

Í míni tíð sum borgarstjóri møttust okkara vegir fleiri ferðir. Fyrstu ferð, hann kom inn á skrivstovuna hjá mær, var fyri at sannføra meg um, at øll starvsfólkini hjá Klaksvíkar kommunu áttu at ganga á odda fyri betri heilsu í kommununi. Tí skeyt hann upp, at vit báðir skuldu fara at vitja flest allar stovnar hjá kommununi, geva teimum renniætlan og eggja teimum til at vera við í motiónsrenning í samband við hálvmaraton. 

Ætlanin bleiv til veruleika, og nakrar mánaðir seinni fór ein heilur herur av starvsfólkum rennandi og gangandi gjøgnum býin. Gutti elskaði menning og renning. Hann vildi hava fólkið við og vera við til at kveikja ein neista hjá menniskjum, so tey fingu sama eldhuga fyri góðari heilsu. 

Størsta og innasta ynskið hjá Gutta var at fáa eina rennibreyt í býi okkara. Óteljandi fundir hava vit samskift, teknað og lagt ætlanir. Hansara trúfesti og áhaldni hevur veruliga verið ein krumtappur í framdriftini at fáa eina rennibreyt. Tað nívir meg, at Gutti ikki fekk møguleikan at síggja úrslitið lidna av verkætlanini, sum hann so íðin hevur kempað fyri. Men eg ivist ikki í, at størsta ynskið hjá Gutta var, at vit, sum skulu liva eftir her, fara at brúka og njóta rennibreytina til fulnar, og at hon verður við til at fáa okkum øll til flyta okkum meiri. 

Tá ið HKH Krúnprinsurin avgjørdi at leggja Royal Run í Klaksvík, var Gutti eisini fantastiska arbeiðssamur og nærlagdur. Fyrireikað varð í fleiri mánaðir, og dag og dagliga samskifti Gutti við starvsfólk í umsitingini um, hvussu tingini skuldu gerast. Hóast hetta var fyrstu ferð, at nakað so stórt tiltak av hesum slag var skipað í býnum, gekk alt eftir bókini, og her átti Gutti ein týdningarmiklan og virknan leiklut, ið vit øll kunnu fegnast um. 

Tú hevur runnið fyri teg og okkum øll. 

Nú var tín lívsteinur runnin.

Tá ið tú fekk handað heiðursbræv Poul E. Petersens í býráðshøllini, vóru vit øll líka rørd. Títt lív hevur ávirkað okkum, og títt virkni hevur lagt varðar eftir seg. 

Góða Ingun, Jan Elmar og Kamilla. Má Harrin signa tykkum og geva tykkum styrki og troyst í hesi torføru tíð. 

Friður verið yvir minninum um Guttorm Sørensen.

Jógvan Skorheim