Nú er so stundin komin til, at vit sum kommuna arbeiða nógv meira tilvitað við at prýða og menna sjálvan býin, so at Klaksvík veruliga kann endurspegla vakurleikan, sum náttúran kring okkum longu gevur.
Í fjør varð Klaksvík valdur at vera ein av vakrastu smábýum í Evropa. Óiva varð hann valdur, tí býurin er umgirdur av serstakliga stórslignari náttúru, og hetta ger býin so serstakan. Nú er so stundin komin til, at vit sum kommuna arbeiða nógv meira tilvitað við at prýða og menna sjálvan býin, so at Klaksvík veruliga kann endurspegla vakurleikan, sum náttúran kring okkum longu gevur.
Eg eri sannførdur um, at Klaksvík – og serliga miðbýurin – hevur ríkar møguleikar at savna fólk og skapa trivnað. Men so noyðast vit at raðfesta liðuggerð, gróðurseting og viðlíkahald. Vit noyðast at skapa góð býarrúm fyri okkara borgarar. Hetta kann gerast uttan ovurstórar íløgur. Við nøkrum einfaldum átøkum kunnu vit lyfta bæði vakurleikan og trivnaðin í býnum munandi. Ein snøggur og væl skipaður býur, styrkir okkara lokalu vinnu og kann gera nógv fyri td. ferðavinnu. Fólk søkja pláss, sum eru hugnalig og nosslig. Tað er so sjálvsagt.
Grønar loysnir og trivnaður
Eitt av átøkunum, sum kundi gjørt Klaksvíkina meira livandi og vakrari, er at gróðurseta nógv fleiri trø í býnum – og sjálvandi eisini í sjálvum miðbýnum. Alt snýr seg um raðfesting, men at gróðurseta trø (sum skapa tættleika) er bæði ein bílig og burðardygg loysn, sum hevði givið Klaksvíkini nógv meira lív, størri trivnað og eitt tiltrongt facelift.
Eitt ítøkiligt dømi, har grønar loysnir fríðka býin, er sunnasti partur av Nólsoyar Pálsgøtu (har sum Alfa Bókahandil og J.A.P halda til). Fyri nøkrum árum síðani vórðu trý trø gróðursett fram við vegjaranum og flísar vórðu lagdir á gongubreytina. Einfalt og bíligt, men átakið ger so risastóran mun fyri okkum borgarar. Loysnirnar eiga at verða estetiskar, tí tá gera tær býin dragandi og økja hugin hjá okkum borgarum og vitjandi at brúka býin.
Reinleiki og ruddiligheit
Ein avbjóðing hjá øllum kommunum er, at halda býin reinan og ruddiligan. Fleiri økir í miðbýnum – og í kommununi annars – hava størri tørv á ruddiligheit. Tí órudd skapar mistrivnað. Nógv fleiri skrellispannir áttu at verið tøkar, so at borgarar lættliga kunnu beina rusk og órudd burtur. Órudd má ongantíð mynda ein bý. Býurin má og skal verða reinur og nossligur. Klaksvíkar kommuna skal skína!
Gonguteigar og vegakervi
Eg havi áður nevnt, at gongubreytir í fleiri pørtum í Klaksvík, hava tørv á viðlíkhaldi. So eg undirstrikið tað einaferð aftrat. Eg leggi stóran dent á, at allar gongubreytir og allir vegir í kommununi skulu verða í góðum standi. Í miðbýnum er tað týdningarmikið, at gongubreytirnar skjótt verða umvældar, eftir at miðbýurin hevur verið arbeiðspláss í nógv ár. Og so haldi eg, at flísar eiga at verða nýttir til serlig økir í býnum, heldur enn asfalt. Snøggir flísar hóskar seg betur í einum nútíðar miðbýi – til hjarta í býnum.
Knýt Ósánna inn í býarmyndina
Vit eiga ikki nógv náttúruøkir í Klaksvík. Tí mugu vit virða og verða góð við tey økir, sum vit hava. Enn eru partar av ósánni ikki lagdir undir asfalt. Tíbetur. Um eg verði valdur, so verður tað eitt stórt hjartamál hjá mær at bøta um ósánna. Serliga har hon rennur út á sjógv framvið Biskopstorginum. Hesin partur av ánni kann gerast eitt livandi, hugnaligt og vakurt fríðøki, har fólk kunnu njóta ánna og umhvørvið. Hetta er eitt gylt høvi, at skapa eitt vakurt náttúruøki, sum býurin hevur so stóran tørv á. Eitt slíkt fríðøki hevði bæði lyft býarmyndina og givið fólki eitt náttúrligt stað at savnast og hugna sær.
Ein miðbýur, ið savnar
At Klaksvík er millum vakrastu smábýir í Evropa, áleggur okkum at gera ALT fyri at menna býarkjarnina enn meira. Miðbýurin – og býurin sum heild – skal vera eitt livandi savningarstað, har borgarar hittast og koma saman. Tíðin er nú búgvin til, at Klaksvík verður ein hugnaligur, reinur og innbjóðandi býur. Umgyrdur av stórslignari náttúru. Eitt stað, sum dregur fólk til sín. Ung sum gomul. Her skulu borgarar at kenna seg væl og hava hug at ferðast, hittast og njóta tey deiligu býarrúmini. Burtur við óruddi og inn við trøum. Hetta er nakað, sum eg ætli at raðfesta høgt.
Góði lesari, vel ein hermann tann 12. november!
Hermann Samuelsen
Valevni fyri Sambandsflokkin



