Vaksnamannalæra er eitt týðandi amboð fyri arbeiðsmarknaðin, fyri einstaklingin og fyri samfelagið sum heild. Neyðugir tættir í eini tílíkari skipan eru lívlong vegleiðing og førleikameting eins og ymisk sløg av førleikamenning og eftirútbúgving. Og nakrir av hesum tættum eru byrjaðir og ávegis, men lógargrundarlagið, sjálv skipanin, sum skal tryggja vaksnum eina liðiliga útbúgvingarskipan, vantar enn.
Norðanlond eru frammalaga á hesum øki og samtarva væl. Hesum hava Føroyar fingið gagn av ígjøgnum netverkið NVL, Norðurlendskt Netverk fyri Vaksnamannalæru. Neyðugt er við serligari og liðiligari miðnámsskúlaskipan fyri vaksin, góðari atgongd til lestrar- og yrkisvegleiðing og fleiri møguleikum fyri førleikamenning. Óivað er neyðugt við serligum treytum fyri lestrarstuðli og avtalum við ymisku fakøkini í samfelagnum. Tað er ynskiligt, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum verða tiknir við í tilgongdina at gera endaligu skipanina og at tryggja góða undirtøku hjá øllum viðkomandi pørtum.
Føroyum tørvar heilt víst eina holla vaksnamannaútbúgvingarskipan til gagns fyri vinnuna, arbeiðsmarknaðin, einstaklingin og samfelagið sum heild. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52 a).
1. Hvussu gongur við at gera og seta í verk lóg um vaksnamannalæru í Føroyum og at menna skipanina annars?
2. Hvussu skipa vit okkum innan vaksnamannalæru, so at vit koma á hædd við støðið í Norðanlondum innan hetta øki?
3. Hvussu verður tryggjað, at allir samfelagsgeirar, sum ávirka vaksnamannalæru eru við í tilgongdini og tryggja, at Føroyar fáa eina vælvirkandi skipan fyri eitt samfelag sum okkara?
Les sjálvan spurningin og fylg við, tá svarið kemur á heimasíðuni hjá løgtinginum – har eg enn eri nevnd ‘løgtingsmaður’: https://logting.fo/files/casewrittenquestion/1057/030.20%20Spurningur%20til%20J.%20av%20Rana%20fra%20H.%20Jensen%20-%20Vaksnamannautbugvingarskipan.pdf




