Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einans advokaturin hjá B36 luttók á fundinum í kappingarnevndini.

John William Joensen

Hóast løgfrøðingur hjá B36 var á fundi við kappingarnevndini var løgfrøðingurin hjá FSF ikki boðsendur og sambært keldum í FSF frætti Jens Wang um avgerðina í kappingarnevndini gjøgnum fjølmiðlarnar.

Tað kemur alsamt meira undan kavið um fundin í kappingarnevndini – tá nógv umtalaða málið um Christian R. Mouritsen fekk eina óvæntaða vend.

Løgfrøðingurin hjá FSF, Jens Wang, varð biðin um at gera eina løgfrøðiliga lýsing og tilráðing av málinum og hon var sera greið.

Málið um Christian R. Mourtisen, kundi sambært honum ikki koma undir løgfrøðiligu tulkingina "serligt føri" og advokaturin ávaraði kappingarnevndina um avleiðingarnar – um nevndin kortini valdið at útrskrivað leikaraloyvið.

Ráðførdi seg ikki við Jens Wang
Men tá formaðurin í kappingarnevndini, Sveinur Tróndarson, setur fundin hendan dagin í fótbóltssambandinum,  eru bert tveir mans á fundi, sum vánliga mannað kappingarnevndina.

Meirilutin á fundinum er mannaður av fýra persónum sum eru boðsendir til fundin.

Niclas á Líðarenda, er varalimur í nevndini og møtti fyri Rúna Heinesen.

Men harumframt møta Christian Andreasen og Kristian á Neystabø fyri B36 og saman við sjálvum forsetanum í FSF, Høgna í Stórustovu, telur nevndin nú seks mans.

Fundurin endar við at kappingarnevndin samtykkir at útskrivað leikaraloyvi til B36 og sostatt kann Christian R. Mouritsen leika við B36 móti KÍ – ein dystur sum endaði við tryggum sigri til B36.

Løgfrøðingur FSF´s ikki spurdur
Sambært álítandi keldu í FSF, sum Norðlysið hevur tosað við frætti løgfrøðingurin hjá FSF um niðurstøðuna í kappingarnevndini gjøgnum fjølmiðlarnar.

– Tað er óskiljandi hví kappingarnevndin ella formaðurin í nevndini í slíkum føri ikki spyrja løgfrøðing okkara til ráðs. Hann var sera væl inni í málinum men hóast hetta varð hann ongantíð biðin um at koma á fundin ella á annan hátt at siga sína hugsan um tað sum Høgni í Stórustov, Christian Andreasen og Christian á Neystabø førdu fram.

Starvsnevndin í FSF møtir til fundar mánakvøldið at  viðgerða støðuna nú ein stórur meiriluti av feløgunum hava mótmælt avgerðini í kappingarnevndini.

Harleyfacadeacryl