Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Einar og Rebekka sigraðu á Fossánesi

Frælsur Ítróttur

Einar Gregersen og Rebekka Fuglø vunnu opnu bólkarnar á Fossánesi leygardagin í sætta umfari í BETRI Vetrarkappingini

Einar og Rebekka vunnu opnu bólkarnar á Fossánesi leygardagin í sætta umfari í BETRI Vetrarkappingini. Líkindini at renna vóru av teimum allarfagrastu og tað sást aftur í tíðunum, serliga hjá teimum fremstu rennarunum. 

Hjá monnunum bleiv tað til ein sera spennandi tvídyst ímillum Einar Gregersen og Hanus í Horni Nielsen. Teir lógu púra javnir allan vegin, og góvu hvør øðrum sera harða kapping, sum endaði við at blíva avgjørd í brekkuni niðan á málið á Fossánesi. Tá hevði Einar orku til ein sera góðan spurt og gjørdist vinnari við 31.30 min. fyri teir 8,8 km, bert tvey sekund frammanfyri Hanus við 31.32 min.. Við sigrinum liggur Einar nú á odda í samlaðu kappingini við 238 stigum, frammanfyri Ragnar Rasmussen við 234 stigum. Ragnar gjørdist nummar trý á Fossánesi. Steffan Klein Poulsen, sum vann seinast, var darvaður av skaða og rann ikki við. Hesir fýra ungu mennirnir, saman við veteranunum Henry Olsen og Sam Vang, kappast umfremstu plássi í samlaðu kappingini.

Hjá kvinnunum var ongin ivi um sigurin hjá Rebekku Fuglø, sum vann við 33.11 min. frammanfyri Maritu Andrassardóttir við 35.21 min. og Hergerð Heldarskarð við 38.17 min.

Leinkja til úrslit er her: Úrslit BETRI VK-6 Fossánes 2. mars 2019
Leinkja til myndr er her: Myndir BETRI VK-6 Fossánes 2. mars 2019

Sjeynda og næstseinasta umfar í BETRI Vetrarkappingini verður runnið í Trongisvági leygardagin.