Føroyingar nýtast hvørki CPR ella NemID fyri at fáa koronapass, um teir fara til Danmarkar.
Danmark letur í hesum døgum alsamt meiri upp, og nú ber til at fara á matstovur, vertshús og kaféir, um ein annaðhvørt kann vísa eitt negativt kanningarsvar, sum ikki er eldri enn 72 tímar, ella hevur koppsetingarprógv.
Í svari upp á fyrispurning hjá Sjúrði Skaale, ger danski heilsumálaráðharrin greitt, at eisini føroyingar, sum vitja Danmark kunnu bæði brúka skjøl úr Føroyum sum prógv fyri at tey eru nýliga kannað ella koppsett.
Harafturat ber til hjá føroyingum at fáa kanna seg av nýggjum og síggja kanningarúrslitini á covidresults.dk, meðan teir eru staddir í Danmark.



