Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingi tekin eru um at Golfstreymurin er viknaður

Helgi Abrahamsen

Hóast nógvar ávaringar um, at Golfstreymurin fer at vikna orsaka av veðurlagsbroytingum, so eru higartil eingi tekin um, at tað er hent. Tað segði Bogi Hansen, havfrøðingur, á veðurlagsráðstevnuni, sum leygardagin var hildin á Skúlatrøð í sambandi við Torradagarnar í Klaksvík.

“Mátingar sum eru gjørdar seinastu 20 árini vísa eingi tekin um, at streymarnir eru viknaðir,” segði havfrøðingurin, sum annars hevur gingið á odda, tá talan hevur verið um at ávara um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum.

“So tað gongur fínt,” segði Bogi Hansen – “ella ger tað tað?”

Virkar sum ein sentralhitaskipan

Bogi Hansen vísti á, at Golfstreymurin er sum ein “sentralhitaskipan”, har kølingin av sjónum er “pumpan”.

“Ongastaðni í heiminum er havið so heitt so langt burtur frá ekvator, sum tað er her hjá okkum. Hesum kunnu vit takka Golfstreyminum fyri. Men vandin er, at so hvørt sum sjógvurin hitar luftina, kólnar sjógvurin sjálvur,” segði hann.

“Kaldur sjógvur vigar meira enn heitur sjógvur, og tí søkkur hesin kaldi sjógvurin, og tí er tað ein trupulleiki, at luftin verður heitari, tí tað fær “pumpuna” at vikna.”

Ein pumpa er longu steðgað

Hóast vit kunnu fegnast um, at okkara “pumpa” framvegis koyrir við fullum blussi, so er støðan ikki so góð allastaðni. Bogi Hansen vísti á, at ein sama slags “pumpa” er við Labrador, og okkurt bendir á, at hon er steðgað.

“Skuldi tað hent, at streymarnir á okkara leiðum viknaðu, so høvdu vit fingið kaldari sjógv í okkara sjóøki, og tað hevði fingið álvarsamar avleiðingar” segði hann.